Skulu skapa fleiri spennandi størv til ungar kvinnur innan ferðavinnuna

Skulu skapa fleiri spennandi størv til ungar kvinnur innan ferðavinnuna
Skal føroyska ferðavinnan vera burðardygg, so er neyðugt at skapa fleiri spennandi størv til ungar kvinnur, staðfestir Visit Faroe Islands í nýggju ferðavinnuætlanini
Ferðafólk í Havn ein góðan summardag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2023 - 09:55

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, legði týsdagin fram eina nýggja ferðavinnuætlan. 

Eitt av aðalmálunum í nýggju ferðavinnuætlanini hjá Visit Faroe Islands er at skapa fleiri størv í ferðavinnuni, sum tiltaka ungum kvinnum. 

"70 prosent av starvsfólkunum innan ferðavinnuna eru kvinnur, og vit í Visit Faroe Islands síggja, at tað eru nógvar kvinnur, ið hava valt Føroyar til, tí hesi størvini í ferðavinnuni finnast," sigur Guðrið Højgaard. 

Visit Faroe Islands sær hesi størv sum ein avgerandi partur av burðardygdini hjá føroysku ferðavinnuni í framtíðini. 

"Partur av burðardygdini er, at ungar kvinnur skulu hava góðar møguleikar til spennandi størv og áhugaverdar yrkisleiðir í høvuðsvinnu í Føroyum."

Ferdavinnan_og_kvinnur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444