Tær nýggju týpurnar

Tær nýggju týpurnar
Her kanst tú lesa um tær nýggju týpurnar í enneagramminum:
01.07.2013 - 09:15

 

Tær níggju typurnar:

 

- Typa 1, ið eisini verður nevnd perfektionisturin, leitar eftir tí fullkomna, og har skulu helst ikki vera nakrar villur. Perfektionisturin setir sær høg moralsk krøv og roynir alla tíðina at gerast betur. Tað hevur stóran týdning fyri hann at gera tað rætta. Hann hevur ein strangan innara atfinnara, ið sigur, hvat er rætt, og hvat er skeivt. Næstan alt kann gerast upp í svart og hvítt, rætt ella skeivt - eingir grátónar eru. Perfektionisturin hevur eina innara dømandi rødd, sum ger, at hansara egnu kenslur og egni tørvur verða hildin aftur.


- Typa 2, verður eisini nevnd hjálparin. Hjá hjálparanum hevur tað stóran týdning at fáa viðurkenning. Hjálparin tekur sær heldur av tørvinum hjá øðrum enn sínum egna. Hann er errin av, at onnur hava tørv á sær, og at tey ikki kunnu vera honum fyriuttan. Hjálparin ivast nógv og kennir seg avmarkaðan, tí viljin at hjálpa øðrum er so sterkur. Hann ynskir frælsi og dugir sera væl at liva seg inn í, hvat onnur fólk vilja.

 

- Typa 3, ið eisini verður nevnd útrættarin, hugsar nógv um at avrika og framleiða mál, uppgávur og úrslit. Útrættarin hevur hjartað í arbeiðnum, og hann gerst eitt við sítt arbeiði. Sambandið við kenslurnar er ikki so sterkt. Tað hevur stóran týdning at vinna og  ikki at miseydnast. Hann klárar at halda fokus í einum máli í eitt langt tíðarskeið. Útrættarin hevur sonevndu kameleon-eginleikarnar. Hann avrikar ótrúliga nógv.


- Typa 4, ið eisini verður nevnd romantikkarin, hevur lyndi til at ynskja sær tað, ið ikki er at fáa fatur á. Tað, sum er ringt og trupult at fáa hendur á. Romantikkarin dámar tað serliga, tað óvanliga og hevur gott skil á øllum. Romantikkarin hugsar nógv um meiningarnir hjá øðrum og heldur seg vita akkurát, hvussu onnur síggja seg, og hvat tey hugsa um seg. Romantikkarin livir eitt vanligt lív og vil hava tað meira spennandi. Hann er sera kensluborin og dugir at stuðla øðrum í kreppustøðum.

 

- Typa 5, ið eisini er nevnd eygleiðarin, hevur stóran tørv at vera fyri seg sjálvan og ikki verða drigin inn at øðrum. Eygleiðarin er áhugaður í vitan, fløkjasligum skipanum og í serligari kunning. Hann vil vita, hvussu heimurin er settur saman. Eygleiðarin vil skilja. Hann er ein, ið dámar væl at leggja til rættis og at kenna skránna áðrenn fundin. Hann vil ikki verða bundin av øðrum, og alt skal gerast, soleiðis sum hann vil. Hann hevur tann eginleika at taka eina sakliga støðu, sum ikki verður ávirkað av ótta ella tørvi.


- Typa 6, ið eisini er nevnd skeptikarin, er ein, ið heldur hugsar, enn at gera nakað.   Skeptikarin útsetir alt. Myndugleikarnir fylla nógv, og antin verða boðini lýdd, ella ger hann uppreistur. Skeptikarin berjist fyri teimum veiku, er ofta í tvístøðu og iva. Hann hugsar altíð, ja, men, og, kanska riggar hetta ikki. Skeptikarin kennir seg alsamt hóttan og leitar eftir teknum, hví tað mann vera so. Hann leitar eftir fjaldum dagsskráum og grundgevingum, sum møguliga ávirka eitt samstarv. Teimum, ið skeptikarin stólar uppá, er hann trúgvur ímóti.

 

- Typa 7, ið eisini er nevnd lívsnjótarin, leitar eftir íblástri og eftir tí, ið kann eggja hann. Lívsnjótarin letur seg ofta hugtaka av fólki, av tingum og av upplivingum. Lívsnjótarin vil vera vísur í, at hann altíð hevur nokk av møguleikum og ikki bert eittans val. At okkurt er avmarkað, fær hann óttast. Um kenslurnar hjá lívsnjótaranum vera ov ógvusligar, skúgvar hann tær burtur og roynir at finna okkurt, ið kann fáa seg at hugsa um okkurt annað.


- Typa 8, ið eisini er nevnd avbjóðarin, hevur kensluna av at hava tamarhald á sínum persónliga rúmi og ognum. Avbjóðarin hugsar um evni sum vald og stýri og vil ikki vísa veikleika. Hann megnar vanliga at vera sera greiður í sínum atburði: tosar hart, nógv og leingi. Hann vil ikki minnast tær bleytu kenslurnar. Hann vil helst síggja ekstremarnar í eini støðu, alt er svart og hvítt. Avbjóðarin brúkar nógva orku at hjálpa øðrum.

 

- Typa 9, ið eisini er nevnd friðelskarin, setur tørv, sum ikki er so týdningarmikil, framum eitthvørt, sum er týðandi. Alt skal ikki gerast ov álvarsamt. Friðelskarin velur at fara tann lætta vegin, tí hann heldur, at tá er tað lættari fyri seg sjálvan, og so sleppur hann undan ósemjum. Hann útsetir at broyta nakað við at endurtaka tað, sum hann heldur riggar. Hann er sum oftast í tvístøðu um sínar avgerðir - eri eg samdur, ella eri eg ikki? Friðelskarin hevur góðar stundir, ger tað, sum er vanligt, tað skulu ikki vera ov nógvar broytingar, og tað er altíð lættari at finna útav, hvat hann ikki tímir, enn tað hann tímir. Hann brúkar orkuna til gerandsligar handlingar og leggur lok á likamligu orkuna og vreiðina. Hann tekur onnur framum seg sjálvan og dugir væl at viðurkenna og stuðla tí, sum hevur týdning fyri onnur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.