Sissal bloggar: #2. partur
Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
29.05.2019 - 12:00

Hey aftur vinurin!

 

Vónandi dámdi tær seinasta blogginnleggið hjá mær um Cannes. Eg fari her fyri seinastu ferð at greiða frá Cannes festivalinum 2019. Upplivingarnar verða lýstar frá mínum sjónarhorni, og eg fari at vera hundrað prosent loyal til alt sum hendi, og representera allan festivalin totalt hundrað prosent uttan at yvir- ella undirdríva yvirhøvur. Mítt gildi sum høvundur er uppum alt. Eg fari harafturat at nýta gott føroyskt mál, benda rætt og ikki banna.


Í Cannes hendir so nógv, so tað er eisini ringt at fáa alt við. Eg kann fortelja at eg eri sovnað til tveir filmar. Totalt glamurøst. Hetta við at vera glamurøs er sum áður nevnt ikki eitt forte hjá mær. Eg varð boðin til premieruna til filmin “Frankie”, og har skuldu vit vera eyka glamurøs, tí eg skuldi sita rættiliga tætt at leikarunum og leikstjóranum í salinum. Trupuleikin var, at eg hevði gingið rættiliga nógv í einum nýggjum pari av høgum hælum, og hevði sostatt fokking ilt í fótunum.

 

Áðrenn eg fór til sýningina, hittist eg við liðinum hjá mær, og vit fingu okkum pizza og eitt gott prát (trøffelpitsa, sjálvandi. Man er jú á Cannes, issjannheit). Eg byrjaði at rigga meg til at fara oman á reyða løbaran, og keypti mær tyggigummi, in case eg skuldi anda á onkran (taveiguð eg veit ikki hví eg skuldi andað á onkran, men better safe than sorry, issjannheit? - Eg skal ikki vera fyrstu føroyingurin sum andaði trøflar á onkran kendan á reyða løbaran). Har var rættiliga long kø at sleppa upp eftir løbaran (tey lova ikki øllum í senn, tí tað sær ljótt út).

 

Eg dugi illa at hava tyggigummi í munninum leingi, og royndi sostatt at finna eitt ruskílat, men eg varð biðin um at vera verandi í bíðirøðina. Fino, so fann eg ein lítlan papírslepa, smekkaði tyggigummiið í pappírið, og so niður í taskuna (sum eg slapp at hava við til hesa sýningina). Donsies. Eg gekk upp eftir løbaran uttan at doyggja púrasta, men fokkkkk eg hevði ilt í fótunum. Eg varð víst til setrið hjá mær, setti meg niður, og føldi okkurt vátt í skónum, og eg visti at tað var blóð.

 

Filmurin byrjaði, og eg fekk slett ikki loyst meg frá at hugsa um pínuna. Eg hugsaði, at eingin fór at leggja nakað í um eg skifti skógvar, tí vit høvdu jú gingið á løbaranum - eingin trygdarfólk kundu takla meg nú. Eg hevði eitt par av ljósareyðum venjingarskóm í taskuni, og sníkti teir stillisliga upp, og lat meg øgiliga stillisliga úr høgu hælunum. Tað tók uml 15 minuttir, tí : a) eg vildi ikki órógva hini, b) eg bløddi og hevði sera ilt. Eg megnaði at koma úr høgu hælunum, og fekk vinstra fót í vanliga skógvin.

 

Høgri skógvur var eitt sindur ringur at sleppa í, tí høgri fótur var eitt sindur hovin. Eg hugsaði at eg skuldi telja upp í trý, og so við nógvari orku trýsta fótin í. Eitt, tvey, TRÝ … splat. Eg føldi okkurt heitt, vátt og sera kleprut undir iljuni. Mítt fokking tyggigumm var í skógvinum, og eg havi traðkað tað harðliga til. So har sat eg; við blóð og tyggigummi í skógvinum, og skuldi síggja eitt fucking film í 1,5 tíma afturat. Eg helt tár aftur tí eg vildi so illa flenna eftir hvussu absurd støðan var.

 

Tá filmurin endaði, splattaði eg út á vesið við somu ljóð sum børn í gummistilvum gera tá tey hava verið úti og spælt í ánni. Eg setti meg niður, slapp úr skónum, og sá at tyggigummiið var fast í sárið á fótinum. So meðan onnur tóku coke á vesinum, sat eg og flenti eftir einum fucking tyggigummi undir iljuni. Eg eri rættiliga vís í, at eg ikki fekk alt tyggummiið úr sárinum, og at tað sostatt enn er í mær. Eg meti sostatt at eg kann staðfesta at eg eri uml 0,5% tyggigummi.

21. mai var frumframsýningin av “Ikki illa meint”, sum er stuttfilmurin hjá okkum. Fólk stóðu í bíðirøð til at sleppa inn í salin, og tað var óluksáliga løgið at síggja so stóran áhuga fyri einum føroyskum filmi. Andrias varð firtin tá filmurin var presenteraður sum “svenskur”, og rættaði ógvusliga at “this FAROESE film was very wonderful to shoot with my FAROESE cast from THE FAROE ISLANDS, and we are very proud to be the first FAROESE short film in the festival”.

 

Hann hevur jú eisini búð niðri í fleiri ár, og øll vita at man ikki skal fucka við tjóðskaparkensluna hjá útisetum (tað lærdu tey í Cannes eisini). Vit vóru so spent at vit mestsum klárađu ikki at vera í okkum sjálvum, men tað lætnaði fyri hjartað tá fólkini í salinum bæði floytaðu og klappaðu, tá filmurin var liðugur. Eg var eisini lættað, tí eg slapp úr skónum og úr kjólanum, sum eg var í (slappa av, eg hálaði ikki mín innara nudist fram. Eg fór bara í chill-klæðir).





Eg slapp tó ikki at vera chill-Sissal serliga leingi, tí eg varð boðin til Tarantino filmin “Once upon a time .. in Hollywood”, og skuldi sostatt vera glamurøs á reyða løbaran enn eina ferð. Einki fokking tyggigummi hesa ferð - um eg andaði á onkran, so máttu tey simpelthen finna seg í at eg luktaði av Belial sjálvum úr munninum. Eg læri seint, men eg læri.

 

Tvætl tað geri eg slett ikki, tí eg royndi umaftur at sleppa avstað við at taka eina selfie, og vaktkonan royndi at reka meg av løbaran. Tíbetur hevði eg gingið so nógv í høgum skóm, at eg dugdi at ganga rættiliga skjótt, og eg skundaði mær sostatt upp trappurnar og inn í salin. Og eg fekk eina selfie. Myndin er ikki góð, men eg fekk hana. Sissal 1, Cannes 0.




Dagin eftir skuldu virðislønirnar fyri Semaine de la Critique handast, og vit vóru øll sera sera spent. Vit høvdu verið í veitslu kvøldið fyri (surprise), og tað var tí eitt sindur ringt at avgera um óbehagið í maganum var vegna rúsdrekka, buffet ella nervar, men tað var har í øllum førum. Vit komu fram til Award Ceremony hølini, og vórðu víst inn á setur, sum høvdu nøvnini hjá okkum á - akkurát sum ordiligt.




Ein long røða varð hildin, og allir filmarnir, ið vórðu tilnevndir vóru presenteraðir. Tá vit komu til at Canal+ virðislønin skuldi handast, byrjaði frágreiðingin um avgerðina við “The winning film shows how modern social life can….”, meira hoyrdi eg ikki, tí Andrias, sum absolut ongar negl hevði eftir á hondunum, so illa hevði hann bitið tær, byrjaði at teska “nei nei nei nei”. Næsta eg hoyrdi var “itjø idlø mand’, sum filmurin eftir øllum at døma eitur í Fraklandi, og so sprakk Andrias upp úr stólinum við einum gleðisrópi. Hann rann upp á pallin, og helt eina takkarrøðu.

 

Eg veit ikki hvat hann segði, tí øll kring Johannes (framleiðslustjórin), Jan Bastian (myndamaðurin) og meg ynsktu okkum til lukku, meðan vit stóðu sum kánus. Vit fokking funnu Canal+ virðislønina, sum er tann næstbesta virðislønin stuttfilmar kunnu vinna á Semaine de la Critique í Cannes, vinurin. Hetta merkir, at Canal+ keypir rættindini til filmin hjá okkum, og at hann sostatt verður vístur eina rúgvu. Andrias græt, eg stóð sum “The scream” hjá Munch, og Jan Bastian og Johannes mundu dottið. Tað var so svakt!


 



Tá vit høvdu fingið góðynski frá øllum, tikið myndir o.s.fr., fóru vit út at eta og drukku eina rúgvu av champagne. Vit fóru síðan heim, har vit skiftu í VANLIGAR SKÓGVAR og eg slapp í BUKSUR!!!, og drukku lunkað eldvatn, sum Andrias hevði tikið við (“Um vit tapa skulu vit hava eldvatn. Og um vit vinna, so skulu vit hava eldvatn” - Andrias Høgenni) og hugnaðu okkum, og komu fasionably late til allarseinastu veitsluna. Hon varð hildin á einari privatari strond, og enn eina ferð fekk Sissal ikki minglað, tí… har var matur, og eg elski at eta. Eg eri størsti opportunistur tá tað kemur til ókeypis mat.

 

Je ne regrette rien!

Eftir at vinnararnir vórðu kunngjørdir, kendu fólk okkum aftur í heilum. Eg eri ikki von við hetta, so eg dugdi ikki at fyrihalda meg til tað. Eg eri 156 cm; fólk plaga ikki at síggja meg yvirhøvur, so at vera sædd og samstundis at tey, sum síggja meg, vita hvør eg eri, er púrasta óhugsandi. Eg stóð í Crepes-barrini (ja, baby, har var ein crepes barr!!) og át crepes nummar 5, tá ein genta spurdi meg (við tjúkkari accent) um eg ikki var “Cecil Holton”. Eg segði, at tað var eg ikki. Hon bleiv við at hyggja eftir mær, og peikaði at enda upp á eina mynd av mær og Mariann Hansen, sum hekk á vegginum, og segði at eg líktist mega nógv “Cecil Holten”. Eg segði henni, at tað dugdi eg slett ikki at síggja, tí eg helt tað var nógv for flóvisligt at siga henni, at hon úttalaði navnið hjá mær so skeift at eg ikki ánaði at tað var meg hon tosaði um. Síðan fekk eg mær meira crepes. Cecil Holten elskar crepes.


Cannes festivalurin er komin at enda, og vit fara øll heim til dagligdagin aftur. Tað er rættiliga løgið, og eg haldi ikki heilt at nakar okkara hevur skilt hvat er hent. Alt ov nógv er hent í senn, og lívið í Cannes hevur verið sum at verið í einari bobblu. Eg trúgvi at næstu dagarnir koma at hjálpa okkum at skilja hvussu vilt hetta er. Eg eri so takksom fyri møguleikan fyri at koma á Cannes, og eg eri so takksom fyri at eg slapp til Cannes við júst hesum fólkunum. Men eg gleði meg eisini at sleppa heim aftur at vera dreingja-Sissal, sum ikki brúkar sminku ella høgar hælar, og sum kann taka selfies tá hon vil.
Takk fyri at tú enn einaferð tímdi at koma á ferð við mær, vinurin. Until next time!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.
Ein hjálpandi hond til Bv3 Ein lítil hjálp frá einum Bv3 skrivara til annan.