Jólakalendarin: tiltøk í desember

Jólakalendarin: tiltøk í desember
Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.
08.12.2018 - 13:19

Nú nærkast jólini, og flest okkara hava úr at gera við at keypa jólagávur og fyrireika jólini. Um tær tørvar ein steðg, hevur hug at hoyra onkrar góðar tónar ella hug at gera okkurt saman við vinum og familju, so er her eitt yvirlit við nøkrum av teimum mongu tiltøkunum, sum eru í desember.

 

 

Danny og Ingi á Jomfrúbakkanum

 

 

Danny Baldursson, forsangarin úr Danny and the veetos, og Ingi Poulsen, kendur fyri eitt nú sangin “Tann fittasta”, spæla konsert á Jomfrúbakkanum.

Hvar: Jomfrúbakkin – Tórshavn

Nær: 8. desember kl. 23.00 – 03.00

Meira um tiltakið er at finna her

 

 

Jól í Bø

 

 

Skráin fyri tiltakið er:

13:00 Barnakórið í Sørvági
14:00 Advents løta viđ Bubu
15:00 Sørvágs Tónleikarafelag
15:30 Søgu frásøgn fyri børn
16:00 Tórshavnar manskór
17:00 Heini Lützen
18:00 Leikur um lítla Gutta
19:00 Kirkjukonsert viđ Tórfríð Tavsen, Magna Christiansen og Erlu Poulsen

 

                                                                        

Tiltakið er ókeypis, og eisini er møguleiki at fáa okkurt heitt at drekka og okkurt søtt afturvið.

 

 

Hvar: Bøur

Nær: 8. desember kl. 13.00 – 19.00

Meira um tiltakið er at finna her

 

 

Rógvi á Rógvu Trio

 

 

Sum partur av ”týsdagsjazzur”, sum Hvonn hevur skipað fyri í eina tíð, verður konsert við Rógvi á Rógvu Trio. Ókeypis atgongd.

 

 

Hvar: Hvonn – Tórshavn

Nær: 11. desember kl. 21.00-23.00

Meira um tiltakið er at finna her

 

 

Jólakonsert við Flóðljóð

 

 

Flóðljóð er eitt kvinnukór við 13 royndum sangarum. Kórið varð stovnað av Súsonnu Joensen á heysti 2016. Tær syngja ymisk sløg av tónleiki - bæði klassiskt, sálmasang og aðrar norðurlendskar kórsatsir.

 

 

Hvar: Sjóvinnuhúsið - Tórshavn

Nær: 12. desember kl. 20.00 – 23.00

Meira um tiltakið er at finna her

 

 

Bragdarlogi útgávutiltak + UVH kvøld

 

 

Bragdarlogi er ein rokk/málmsbólkur. Nú kemur fyrsta útgáva teirra og í tí sambandi verður útgávutiltak og UVH-kvøld. UVH (Upp við Hornunum) er áhugafelag til frama fyri føroyskan rokk og tungmálmstónleik. Tiltakið er ókeypis.

 

 

Hvar: Sirkus - Tórshavn

Nær: 14. desember kl. 20.00 – 22.00

Meira um tiltakið er at finna her

 

 

Føðingardagur: Sirkus 9 · Bjórkovin 2

 

 

Sirkus og Bjórkovin bjóða til føðingardagshald leygarkvøldið tann 15. desember. Veitslan byrjar klokkan 22 við góðum ókeypis váttligum og søttligum, inntil kvotan er uppi. Sirkus borðreiðir við øl og suppu. Bjórkovin borðreiðir við bobblum og sjokulátu. Übernörd diskar upp til veitslu frá byrjan til enda. Tað er ókeypis atgongd til kl 01.30.

 

 

Hvar: Sirkus/Bjórkovin – Tórshavn

Nær: 15. desember kl. 22.00 – 04.00

Meira um tiltakið er at finna her

 

 

Tórshavn Streetfood jólahugni

 

 

Vikuskiftið 15. og 16. desember er perlutorgið í Havn karmur um spennandi og hugnaligt tiltak, har matur og jólahugni eru á skránni. Luttakandi streetfood básar eru millum annað Streetfood Føroyar og Brioche við Jákup Sumberg.

 

 

Hvar: Perlutorgið – Tórshavn

Nær: 15. frá kl. 16.00 og 16. desember frá kl. 18.

Meira um tiltakið er at finna her

 

 

Jólaløg við Kritahvítt

 

 

Bólkurin Kritahvítt framførur jólaløg í Hvonn. Ókeypis atgongd.

 

 

Hvar: Hvonn – Tórshavn

Nær: 18. desember kl. 21.00 – 23.00

Meira um tiltakið er at finna her

 

 

Teitur – Eykakonsert

 

 

Teitur hevur fyrr í ár verið kring Føroyar á konsertferð í samband við nýggjastu útgávuna "I Want to be Kind". Nú fer hann til Klaksvíkar at spæla eina eykakonsert. Atgongumerkið kosta 200 kr.

 

 

Hvar: Spaniastova – Klaksvík

Nær: 21. desember kl. 19.30 – 21.30

Meira um tiltakið er at finna her

 

 

Jólahugni lítla jólaaftan við jólatónum frá Ólavi

 

 

Eftir alt jólakeypið ber til at fara ein túr oman á Hvonn til eitt sindur av jólahugna. Meðan Ólavur á Váli Olsen framførir, ber til at keypa sær ein hvonnkaffi, gløgg, heimabakaðar vaflur ella kanska ein Applepie-drykk.

 

 

Hvar: Hvonn – Tórshavn

Nær: 23. desember kl. 21.00 – 24.00

Meira um tiltakið er at finna her

 

 

Bárður Reinert Poulsen & Kristian Blak DUO

 

 

Kristan Blak spælir klaver, og Bárður Reinert Poulsen spælir bass. Ókeypis atgongd.

 

 

Hvar: Hvonn - Tórshavn

Nær: 27. desember kl. 21.00 – 23.00

Meira um tiltakið er at finna her

 

 

Konsert við Høgna Lisberg

 

 

Høgni Lisberg spælir forkunnuga konsert í Reinsarínum. Við sær á pall hevur hann tónleikaligu vinmenninar, Jan Rúna Poulsen (trummur) og Knút Háberg Eysturstein (keys). Trioin fer at framføra eina konsert á tremur við eyðkendum Høgnaløgum um kollvelting, órætt, myrkur og – viktigast av øllum – kærleika. Atgongumerkir kosta 150 kr.

 

 

Hvar: Reinsaríið – Tórshavn

Nær: 27. desember kl. 21.00

Meira um tiltakið er at finna her

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Ein hjálpandi hond til Bv3 Ein lítil hjálp frá einum Bv3 skrivara til annan.