Sigarettirnar eru skiftar út við snús

Sigarettirnar eru skiftar út við snús
Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av føroyingum, og tað er tað minsta nakrantíð. Ja, vit roykja minni enn nakrantíð, men tøl hjá Hagstovuni vísa samstundis, at innflutningurin av tubakksvørum ongantíð hevur verið hægri tey seinastu árini.
12.12.2018 - 09:45

Eftir Jógvan Woxnæs

 

 

Tað kann væl vera, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Føroyingar snúsa eisini meira enn nakrantíð fyrr.

 

Tað gjørdist ein dilla at nýta tað svenska, ólógliga snúsi á donskum eftirskúlum. Og tá nógvir føroyingar fara til Danmarkar á eftirskúla, vóru teir eisini við upp á dilluna. Tá árið á eftirskúlunum var av, komu føroyingarnir heim aftur við hesum “nýggja” trendinum og byrjaðu at brúka tað, sum annars bara var roknað til gamlar menn. Snús.

 

So við og við byrjaðu handlar at merkja, at sølan av snúsi bara vaks, og við hesum settu teir meira og meira pening av til snús. Soleiðis byrjaði tað, og í dag er snús vorðið til eina gernadisvøru hjá nógvum føroyingum.

 

 

Eitt “sunnari” alternativ

 

Gransking vísir, at snús ikki ávirkar konditiónina, sum sigarettir gera. Tá tú roykir, andar tú royk ígjøgnum lunguni, sum kann elva til álvarsligan skaða - Astma, KOL og krabba fyri bara at nevna nakrar.

 

Snús, harafturímóti, ávirkar ikki lunguni, og tískil heldur ikki konditiónina. Tí hava nógv ítróttafólk fingið sær til vana at snúsa heldur enn at festa sær í sigarettina.

 

Kviki áleyparin hjá Leichester City, Jamie Vardy, sum telist millum teir skjótastu í bestu deildini í Onglandi, hevur alment viðgingið, at hann snúsar fast. Hann verður sæddur sum ein fyrimynd hjá ungum snúsarum.

 

Men snús kann sanniliga eisini gera skaða á munnrovu og tannhald, ið krevur læknaviðgerð. Nøkur sløg av snúsi hava eitt alvorligani høgt tal av nikotin. Okkurt slag hevur hevur meira enn 40 ferðir so nógv nikotin sum ein sigarett. Hetta ljóðar alvorligt, men í mun til sigarettir tekur tað eina góða løtu, áðrenn alt nikotinið er farið úr snús-posanum. Sambært Fólkaheilsuráðnum vísa summar kanningar, at tey, sum snúsa, fáa oftari krabbamein í munnin enn onnur, aðrar kanningar vísa ikki hetta. Onkrar kanningar vísa, at krabbamein í brisinum ella búkspýttkertlinum er vanligari hjá teimum, ið nýta snús, enn hjá øðrum. 

Tó er vandin fyri krabbameini, tá snúsað verður, munandi minni enn, tá roykt verður.

 

Sviar snúsa mest

 

Svøríki er kent fyri snús. Tað verður sagt, at annar hvør svenskari snúsar. Talið á roykjarum í Svøríki telur eisini bara 8 %, og tað er lægst í øllum heiminum.

 

Hetta hevur havt ávirkan á grannalondini tey seinastu árini. Man hevur sæð stóran vøkstur av snúsnýtslu í norðurlondum. Flestu eftirskúlar í Danmark hava nú eisini sett bann á snúsnýtslu.

 

Snús er ólógligt at selja í Danmark, men tað er ikki óvanligt at kioskir selja tað. Nógv fólk í londum sum Finnland, Noreg, Danmark og Føroyum eru byrjað at snúsa.

 

 

Bíligari og behagiligari

 

Í dag er tað ikki lætt at vera roykjari. Ein pakki við 20 sigarettum kostar umleið 64 krónur, og tú ert noyddur at fara útum, skalt tú festa tær í. Fyrr kundi tú sita inni og roykja, men soleiðis er tað ikki nógvastaðni longur.

 

Tá tað kom fram, at sigarettir vóru heilsuskaðiligar, byrjaðu nógv fólk at leggja av. Almenn støð settu bann á royking og roykiskúrar vórðu settir upp. So um tú í dag vilt njóta eina sigarett, mást tú út í kuldan.

 

Við snúsi er søgan harafturímóti ein onnur. Tú kanst sita í skúlastovuni og snúsa uttan at órógva nakran. Snús er eisini sera bíligt í mun til sigarettir. Ein pakki kostar umleið 30-39 krónur, og so lugtar tú eiheldur av nøkrum.

 

Snús er vorðið eitt gerandisting. Tú sært snúsposar liggja á vegnum á sama hátt, sum sigarettstubbar gera. Gamaní er talið á roykjarum minkað tey senastu árini, og nú eru vit metfáir roykjarar í Føroyum. Allíkavæl innflyta vit metnógva tubbaksvøru, og tað virkar sum um, at ein dilla hevur yvirtikið eina aðra. Sum við so nógvum øðrum hvørvur ein trupulleiki so smátt, meðan ein annar stingur seg upp. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.
Ein hjálpandi hond til Bv3 Ein lítil hjálp frá einum Bv3 skrivara til annan.