Paulina: - Tað er ein syndrað kensla

Paulina: - Tað er ein syndrað kensla
- Tá ið eg var yngri, var eg eitt sindur flóv av tí. Eg møtti aldrin nøkrum, sum var og sá líka út sum eg, og eg helt, at tað var so løgið at vera indiáni. Eg minnist einaferð, at eg og mín besta vinkona runnu inn í hvørja aðra, tí vit vildu skifta um. Hon vildi vera myrk, og eg hvít. Við aldrinum havi eg tó lært mínar røtur betur at kenna, og á tann hátt eri eg vorðin stoltari av at vera tann, eg eri, fortelur 21 ára gamla Paulina Maria Gunhammer Krossteig Egholm.
12.08.2013 - 19:00

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

Í dag er síðsti dagur hjá Paulinu her ímillum fjøllini og mjørkan í Føroyum, og í morgin gongur leiðin heim aftur til Aarhus. Paulina hevur verið í Føroyum í góðar tvær vikur saman við ommu, mammu og systur síni, og við familjumyndum á borðinum fekk Röddin sær eitt prát við Paulinu um hennara familju og heldur øðrvísi røtur.

 

- Tá ið eg var yngri, var eg eitt sindur flóv av tí. Eg møtti aldrin nøkrum, sum var og sá líka út sum eg, og eg helt, at tað var so løgið at vera indiáni. Eg minnist einaferð, at eg og mín besta vinkona runnu inn í hvørja aðra, tí vit vildu skifta um. Hon vildi vera myrk, og eg hvít. Við aldrinum havi eg tó lært mínar røtur betur at kenna, og á tann hátt eri eg vorðin stoltari av at vera tann, eg eri, fortelur 21 ára gamla Paulina Maria Gunhammer Krossteig Egholm, sum er hálvur føroyingur og hálvur indiáni.

 

Í fjør summar fór Paulina til statin South Dakota í USA fyri at læra hennara røtur betur at kenna. Hetta var fyrstu ferð, at hon sá sína familju har, og at hon sá, hvar pápi hennara kom frá. Paulina er siouxindiáni frá reservatinum Rosebud.

 

- Alt var øðrvísi bæði upp á ein ringan og góðan máta, og tað var ein sovorðin blandað kensla at vera har. Tað var deiligt at síggja mína familju, tey vóru fyrikomandi og tóku okkum til sín. Men teirra liviháttur var øðrvísi enn tann hjá mær, tey vóru eitt sindur fátækari, og nøkur vóru misnýtarar. Tað gjørdi tað eitt sindur hart, tí mann kundi ikki hjálpa teimum. Um vit hjálptu einum, so máttu vit eisini hjálpa hinum, fortelur Paulina.

 

Í barndóminum hjá Paulinu var tað avmarkað, hvussu nógv pápi hennara kundi læra hana um indiánsku mentanina. Foreldur Paulinu vórðu skild, tá ið hon var tvey ára gomul, so hon sá hann ikki so ofta. Pápin plagdi tó, meðan Paulina og systir hennara Samantha enn vóru yngri, at taka tær við sær til summarlegur og pow wow, sum Dansk-Indiansk Forening skipaði fyri. Paulina, systirin og pápin vóru tó einastu indiánarnir har, og restin var bert danir, ið áhugaðu seg fyri mentanini hjá indiánum.

 

- Túrurin í USA var rættiliga spennandi, tí á hesum túrinum lærdi eg bæði mína familju, eina øðrvísi mentan og mínar røtur at kenna. Vit fóru eisini til eitt ordiligt pow wow, sum er eitt slag samkoming, har tey møtast og dansa.

 

Í fjør summar gekk leiðin til USA at møta familjuni hjá pápanum, og í ár var tað so tann føroyska familjan, ið átti tørn. Í góðar tvær vikur hava Paulina, omma, mamma og systir koyrt Føroyar upp og niður og vitjað familju og kenningar.

 

- Tað er so spennandi at vera í Føroyum og gott at síggja familjuna aftur, sum mann sær so sjáldan. Eg havi bert verið her einaferð áður, og tað er nú nógv ár síðani. Tað er eisini deiligt at vera her um ólavsøkuna, har fólk ganga runt í tjóðarbúna, og mann sær eisini nakrar føroyskar siðvenjur m.a. tann føroyska dansin. Eg havi bara ikki ordiliga lært meg at eta matin her enn.

 

At vera hálvur føroyingur og hálvur indiáni er ikki ein samanseting, mann kemur fram á í heilum, og Paulina er saman við systrini nokk tann einasta við júst hesi samanseting. Afturat hesum býr Paulina hvørki í Føroyum ella hjá amerikansku familjuni, men á einum triðja staði.

 

- Eg føli meg sum dana, tí eg havi altíð búð í Danmark, og danskt er eisini tað málið, eg tosi. Eg dugi ikki so væl at tosa enskt, føroyskt skilji eg bara eitt sindur av, og mál hevur jú so nógv við tjóðskaparkensluna at gera. Men tá ið tað er sagt, so føldi eg meg heima í USA, og her í Føroyum føli eg eisini, at mínar røtur eru. Tað er ein syndrað kensla innaní, og tað er nógv at taka inn, men tíbetur havi eg hetta at deila saman við systur mínari, fortelur Paulina. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.