- Tíðindi, mentan og ítróttur
Greta selt lag til Cher
Amerikanska poppdrotningin Cher, sum hevur selt meira enn 100 milliónir solo-útgávur, gevur 24. septembur sína fyrstu fløgu út í næstan 12 ár. Á útgávuni, sum eitur Closer to the Truth, eru 14 løg, og føroyska Greta Svabo Bech eigur orð og lag til sangin “My Love”.
- Eg skrivaði “My Love” fyri nøkrum árum síðan við bólkinum, sum eg var við í tá (Picture Book, red.). Sangurin er um sjeikin hjá mær og er ein kanska eitt sindur cheesy kærleikssangur, greiðir Greta frá.
Síðan Greta skrivaði lagið fyri nøkrum árum síðan, hevur tað ferðast ígjøgnum fólk í tónleikavinnuni, og Mark Tylor, ið produserar fløguna hjá Cher, fekk hendur á tí. Hann hevur eisini produserað kendasta lagið hjá Cher, “Believe” frá 1998, sum er eitt av best seljandi poppløgunum í søguni.
- Eg stóð satt at siga í einum klædnahandli í London og royndi klæðir, tá ið telefonin ringdi, og eg fyrstu ferð hoyrdi Cher syngja mín sang. Tað var ótrúliga surrealistiskt. Eg hugsaði bara, hvør eri eg, og hvat er hetta?, sigur Greta flennandi.
Closer to the Truth er 26. solo-útgávan hjá Cher, sum m.a. hevur fingið heitið Goddess of Pop á seg. Timbaland og P!nk hava eisini skrivað tónleik til komandi fløguna, og tað er ikki smávegis, at eitt lag hjá Gretu verður á útgávuni.
- Hetta er fantastiskt fyri meg sum sangskrivara. Ofta føli eg meg meira sum sangskrivara enn sum sangara, tí eg havi altíð skrivað, síðan eg var heilt lítil. Hetta kann fáa øgiliga stóran týdning, tá eg skal skapa kontaktir í tónleikabransjuni, tí eg kann vísa á, at eg havi arbeitt við einum so stórum tónleikara.
Hesa vikuna koma eisini trý remiks út av lagnum “Shut Up and Sing”, sum Greta gav út í summar. Tað eru Zed’s Dead, Designer Drugs og The Frederik, sum remiksa lagið, og fríggjadagin verða tey øll latin út á eini EP.
Talan er um rættiliga stór nøvn innan elektroniskan tónleik. Kanadiski tvíbólkurin Zed’s Dead hevur eitt nú remiksað nøvn sum Radiohead, Massive Attack, Bon Iver og The Prodigy. Remiksið hjá Zed’s Dead kom út í gjár og kann hoyrast her. Aftaná bert átta tímar var remiksið longu spælt meira enn 22.000 ferðir á Soundcloud. Í dag kemur remiksið hjá Designer Drugs út, og í morgin The Frederik.
Greta Svabo Bech er ikki knýtt at nøkrum plátufelagið, men gevur sjálv sín tónleik út. Í summar fluttu hon og sjeikurin til Føroya, har tey hava bygt studio í Miðvági. Haðani framleiða tey allan hennara tónleik.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |