- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ting, tú burdi gjørt, áðrenn tú fert at lesa!
Tað er bæði fantastiskt og eitt sindur ørkymlandi at gerast liðugur við miðnámsskúlan. Takk og farvæl, far nú og finn útav, hvat tú skalt stilla upp við tínum lívi.
Er mann skúlatroyttur og ikki rættiliga vísur í, hvør útbúgving er tann rætta, er tað ofta skilabetri at taka ein steðg frá skúlabonkinum í eina tíð heldur enn at fara beint undir hægri útbúgving – bara fyri at gera tað. Tíðin ímillum miðnámsskúla og hægri lesnað er ein einastandandi møguleiki at ogna sær upplivingar fyri lívið, samstundis sum tú gevur tær sjálvum tíð at umhugsa, hvat og hvar tú fert at lesa.
Um tú nýtir tíðina konstruktivt er eisini sannlíkt, at tú verður betri brynjaður til at fara undir hægri útbúgving, tá tíðin kemur. Kanningar vísa, at næmingar, sum ikki fara beint víðari at lesa, ofta eru betri fyri, tá teir fara í skúla aftur.
Niðanfyri eru nakrir møguleikar, sum kanska kunnu hjálpa tær á veg.
1. Á ferð kring heimin við ryggsekki
Studenta-klassikarin. Spar pengar saman, slá teg saman við einum ella fleiri vinfólkum (ella far sjálv/ur), keyp ein ryggsekk og so út at fjakka.
- Tað var surrealistiskt, feitt og ofta eitt ordiligt kultursjokk! Kann absolut viðmælast!, sigur Durita Djurhuus Poulsen, sum saman við trimum vinkonum í fýra mánaðir ferðaðist ígjøgnum Ný Sæland, Hong Kong, Tailand, Vietnam, Kambodja og Kina.
- Umframt pengar til ferðaseðlar, vaksinur og ferðatrygging, set so 10.000 kr. av til hvønn mánað, tú ert og fjakkar. So ert tú væl fyri peningaliga og hevur eisini ráð til onkrar spontanar ferðaseðlar. Far ikki undir víðari lesnað við bankaláni. Tey siga, at tað eru tvey ting her í lívinum, mann ongantíð sleppur av við; AIDS og lán. Hugna tær við fjakkingini, men ansa eftir hasum báðum.
2. Far á háskúla
Dámar tær felagsskap og at møta nýggjum fólkum, kundi tað verið eitt hugskot at farið á háskúla. Serliga í Danmark eru óteljandi háskúlar, har tú kanst læra alt frá at gera mat til at framleiða elektroniskan tónleik. Eisini eru fleiri spennandi skúlar í Svøríki og Norra.
Ætlar tú tær undir eina kreativa útbúgving sum t.d. arkitektur, list ella sniðgeving, har mann skal til upptøkuroynd ella søkja inn við einum portfolio, kann eitt háskúlauppihald verða munurin ímillum at sleppa inn ella ikki.
Kostnaðurin fyri at ganga á háskúla liggur ímillum 900 og 1700 kr um vikuna. Tá eru matur og tilfar íroknað. Les meira um háskúlar í Danmark her.
3. Á tokferð ígjøgnum Evropa
InterRail er ein bíligari loysn enn at fjakka, um tú hevur hug at ferðast við ryggsekki. Við einari InterRail-billett kanst tú ferðast ígjøgnum Evropa við toki. Keypir tú dýrastu billettina (uml. 3245 kr.) kanst tú ferðast frítt við toki í øllum Evropa í 30 dagar.
- InterRail kann heilt avgjørt viðmælast. Tað er bíligt og krevur ikki, at ein tekur so nógva tíð úr kalendaranum, um ein vil sleppa at lesa sum skjótast. Eisini fær mann nógv burturúr, hóast mann ikki fer útum Evropa, greiðir 21 ára gamla Barbara Dahl Poulsen frá, sum í ein mánað ferðaðist ígjøgnum Evropa við einari vinkonu.
- Nógvir InterRailarar velja at couchsurfa, men vit valdu tann “dýra” og meiri sosiala mátan við at búgva á hostelli.
Barbara hevði spart sær 20.000 krónur saman til ferðina umframt peningin til InterRail-billettina, men tað letur seg saktans gera at ferðast fyri helvtina so lítið av peningi.
4. Work Away
Ein tann bíligasti mátin at ferðast er umvegis Work Away. Í stuttum snýr tað seg um, at tú fært tak yvir høvdið og mat afturfyri at arbeiða fimm tímar um dagin í einum fremmandum landi. Tað eru einstaklingar, familjur og felagsskapir um allan heim, sum bjóða ferðandi hesar arbeiðsmøguleikarnar. Longdin á uppihaldunum er ymisk frá stað til stað, og ofta velja ferðandi at steðga fleiri støð.
- Í 2012 fór eg til Italia við Work Away. Eg valdi eina lítla bygd og endaði langt uppi í fjøllunum – væl isolerað og vakurt. Eg búði hjá einari avstralskari familju og skuldi hjálpa teimum at mála nýbygdu húsini og at fella trø, greiðir Teitur Kass Abrahamsen frá.
- Eg spardi nógv fleiri pengar, enn eg hevði væntað. Tað einasta, eg betaldi fyri, var ferðin til Italia og so fyri mína privatu nýtslu og býarlívið. Mann arbeiðir fyri mat og song og upplivir mentanina á ein øðrvísi hátt enn við at fara á museum og at búgva á hotellum. Work Away er deiliga lætt og effektivt. Mann kann fara hagar, ein vil, og sjálvur velja, hvat fyri slag av arbeiði, mann fær sær. Tað er lætt at skipa fyri, og eg vil viðmæla øllum tað, sum vilja ferðast bíliga og uppliva heimin. Eg veit, at hatta var ikki síðstu ferð, at eg brúkti Work Away.
5. Sjálvboðið arbeiði
Ein møguleiki er eisini at fara sum sjálvboðin til eitt nú Suðuramerika, Afrika ella Avstalia. Óteljandi felagsskapir skipa fyri tílíkum ferðum, og prísirnir eru sera ymiskir. Ein av størstu felagsskapunum er Projects Abroad, sum bjóðar eitt fjølbroytt úrval av verkætlanum kring allan heimin. Prísurin fyri tríggjar mánaðir liggur ímillum 20.000 og 30.000 krónur – tá eru ferðaseðlar og vaksinur ikki íroknaðar.
Skiftisnæmingafelagsskapurin AFS hevur eisini eitt programm, ið minnur um, sum tó er nakað bíligari – t.d. kanst tú fara til Afrika ella Latínamerika í seks mánaðir fyri 39.500 kr. – tá er ferðakostnaður úr Danmark eisini íroknaður.
Omanfyrinevndu eru bara nøkur hugskot at hjálpa tær á veg. Veitst tú okkurt gott uppskot ella ráð, ert tú vælkomin at viðmerkja tað niðanfyri.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |