Skrivikapping fyri 9. floksnæmingar

Skrivikapping fyri 9. floksnæmingar
Gongur tú í 9. flokki, og dámar tær væl at skriva? Skipað verður í næstum fyri einari skrivikapping fyri allar 9. floksnæmingar í Føroyum.
31.10.2013 - 19:45

Nýggj skrivikapping verður fyri allar næmingar í 9. flokki í Føroyum. Tað er Rithøvundafelagið, Norðurlandahúsið og Nám, ið skipa fyri hesum við íblástri úr Álandi.

 

Endamálið er at eggja ungum at vera skapandi við onkrum. Einki mark er fyri, hvat tað skal vera fyri ein tekstur; tú kanst skriva eina yrking, søgu, sang, hugleiðing osv. Tó skal teksturin vera undir evninum "Gluggi".

 

- Lat tínar tankar í júst tey orð, tú hevur hug. Øll sløg av tekstum kunnu vera við í kappingini: ein yrking, ein stuttsøga, ein sangtekstur, ein uppskrift, ein hugleiðing, ein brúkaravegleiðing, ein sjónleikur, ein dreymur, eitt bræv...... stendur at lesa á Snar.fo

 

Í Norðurlandahúsinum verður skipað fyri kveikingardegi tann 24. januar 2014, og her koma ymsir rithøvundar at hava verkstovur. Síðani verða 4-5 skúlatímar brúktir til at fáa gongd á skrivingina, har møguleiki verður at fáa hjálp frá læraranum, skrivar vp.fo. 

 

Tá allir tekstirnir eru innlatnir, verða fýra vinnarar funnir, og uml. 20 av tekstunum verða koyrdir í ein bókling. 

 

Meira info er at lesa her.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.