- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Tað hevði verið nógv lættari hjá fólki at fyrihildið seg til, at eg havi krabbamein
Psykiatriska deild er eitt stað, har tú fært hjálp, um tú hevur sálarligar trupulleikar. Summi koma akutt inn, og summi koma inn, sum hava verið har áður. Tað er ein stovnur, sum er býttur í tvær deildir - lukka deild og opin deild. Tað er alt eftir, hvussu illa fyri persónurin er sálarliga, hvørja deild, hann skal á. Mann fær eitt kamar fyri seg sjálvan, men tá tað er plásstrot, verða tvey og tvey koyrd í sama kamar, alt eftir hvør hóskar best saman.
- Tað eru nógv fólk, sum halda hetta vera eitt stað, har øll eru púra bimmelim og standa og banka høvdið inn í veggir, knúsa ting sundur og alt hetta her. Men tað er bara ikki veruleikin; tað er ikki soleiðis, tað er vanligt. Tað er meira eitt vanligt stað, har mann kemur inn og, sum sagt, fær hjálp at kunna liva við hesi sálarsjúku, mann hevur og at kunna handfara hana á ein betri hátt, enn at mann bara er "har úti" og kanska ger av við seg sjálvan, ella livir við hesi sjúkuni uttan at vita av tí.
Karin hevði ongantíð áður verið inni á psykiatrisku deild, áðrenn hon varð innløgd. Hon hevði somu tankar um staðið, ið fólk flest hava. At har var kaos, at fólk runnu sum flugur í fløsku, og onnur lógu í spennitroyggju, at har var kalt, og fólk vóru óð. At har var einki, sum æt gleði ella stuttleiki.
- Tað er tað fyri so vítt heldur ikki, her er eingin gleði ella stuttleiki, men allíkavæl er tað hugnaligt, tá vit sita og spæla spøl. Ella ja, eg vil ikki kalla tað beinleiðis hugnaligt, men so hugnaligt, sum tað nú kann blíva her úti. Tað er gott at práta við onnur ung í somu støðu, og mann fær meira hjálp við at tosa við læknan og at verða avskorðin frá samfelagnum, har mann ikki klárar at vera, fortelur Karin.
Á deplinum er fyrioterapi, har tey innløgdu kunnu fara niðan at venja hvønn dag. Har er renniband, krossari, aðrar maskinur og vektir. Og so er ergoterapi eisini, har tey kunnu gera alt kreativt.
- Her eru góðir møguleikar, tað er ikki soleiðis, at vit verða totalt avlukkað, hurðin læst, og onkur stendur uppiyvir okkum allatíð, meðan vit sova, als ikki. Tað sær mann ofta í filmum, at fólk eru púra svøk, men tað er sjáldan, at tað er so ringt.
Prinsippið við psykiatrisku deild er, at geva sjúklingunum ein so vanligan gerandisdag, sum til ber. Tey fara upp klokkan átta at fáa sær morgunmat og fara til morgunfund, klokkan 11.30 er døgurði, vitjanartíð er klokkan 15 til 17, síðani er nátturi klokkan 17.30, og so er aftur vitjanartíð klokkan 19 til 21.
- Tað er sjálvandi heilt øðrvísi at fáa vitjan her í mun til heima. Nú koma fólkini inn í mítt innara, ella soleiðis. Tá eg havi fortalt fólki, at eg eri innløgd á psykiatrisku deild, merki eg, at tey ikki vita, hvat tey skulu siga. Men hvat skal mann siga, um mann einki veit um tað? Tað hevði verið nógv lættari hjá fólki at fyrihildið seg til, at eg til dømis segði, at eg havi krabbamein og liggi á sjúkrahúsinum. So høvdu fólk kunnað sagt "íjøsus, tað var keðiligt, eg hopi at tað fer at ganga" og alt hetta her, men tá tað kemur til sálina, tá er tað so eymt, at fólk tey vita ikki hvat tey skulu gera. So tað er eitt sindur soleiðis … Mín familja kemur sjálvandi, og tað er deiligt, men míni vinfólk, havi eg ofta upplivað, at tey tora ikki inn her. Eg skilji tey faktiskt rættiliga væl, tey vita jú ikki hvat tað er, tey koma inn til, og tað er púra vanligt at menniskjan er bangin. Tað er heldur ikki soleiðis, at so kunnu vit bara líka hyggja eftir einum filmi ella líka fara at ganga ein túr. Tað er meira sterilt, mann situr og tosar við hvønn annan hvør sínu megin borðið. Og so endar mann ofta við at tosa um sálina, ella "hvussu hevur tú tað?", og tað kann verða rættiliga strævið viðhvørt, at tað ikki er okkurt annað, sum vanligar vinkonur práta um, sum til dømis dreingir ella okkurt sovoriðið.
Vit sita í kamarinum hjá Karin hvør okkara megin borðið - júst sum hon og vinfólkini plaga at sita, tá tey eru á vitjan. Rúmið er púra hvítt; hvítir veggir, hvít song, hvít seingjarklæði, hvítt skáp, hvítt vask, og so framvegis. Tað einasta, sum lýsir upp eru reyðu Marimekko gardinurnar, myndirnar, sum Karin hevur hongt á veggirnar, og blómurnar, hon hevur fingið frá ymsum vitjandi.
Karin var fyrstu ferð hjá læknanum i mai mánaði og fekk tá staðfest lætt tunglyndi. Hon og foreldrini løgdu tó til merkis, at støðan versnaði, og fór hon enn eina ferð til læknan. Hesaferð fekk hon staðfest svárt tunglindi og gekk fast hjá lækna og sálarfrøðingi. Seinni fekk hon antidepressivan heilivág og varð innløgd, tá eingin bati sást.
- Ein stórur partur av viðgerðini er at taka heilivág. Nógv fólk halda, at tað er so farligt at taka heilivág fyri psykuna, og fleiri eru bangin fyri tí, men tað er ein vanligur partur av lívinum - um tú ert sjúkur, so tekur tú heilivág, tað er ikki meira enn tað.
- Tað er øgiliga forskrekkjandi, at verða innløgd her. Tá eg fekk at vita, eg skuldi innleggjast, hugsaði eg "altso, eri eg virkuliga so sjúk, at eg skal innleggjast?". Tað er eisini ein stórur partur av viðgerðini, at síggja tað sjálvur og at viðurkenna tað, at mann er sjúkur, at góðtaka tað og taka tað við sær í ryggsekkin. Eitt, sum eg havi lært, tað er, at mann fær ikki størri byrðu, enn mann megnar at bera. Men tað eru summi, sum ikki fáa hjálp og tískil ikki síggja, hvussu tey kunnu klára at bera byrðina, sum tey hava fingið frá lívinum, og tí gera av við seg sjálvan, sum er ræðuliga keðiligt, tí tey høvdu kunnað fingið góða hjálp. Tað er eisini sera umráðandi hjá vinum og familju, at tey eru skiljandi og ikki ganga ímóti tí og siga "nei, hatta fer ikki at hjálpa", "hatta er nakað tvætl", "tað hjálpir ikki at verða innilukkaður nakrastaðni". Men mann er ikki meira innilukkaður, enn eitt vist. Mann er innilukkaður soleiðis, at mann skal fáa tað betur. Mann sleppur jú eisini út eftir avtalu, tá mann er á opnari deild, greiðir Karin frá og heldur fram:
- Her er absolutt tørvur á einari ungdómspsykiatri. Tað eru nógv ung, sum hava brúk fyri hjálp. Ungdómurin passar ikki ordiliga inn við hesum tilkomnu fólkunum, og teimum, sum kanska hava verið sjúk í fleiri ár. Sjálvandi skal tað koma ein ungdómspsykiatri, sum líkist meira einum heimi. Eitt vanligt hús, har starvsfólk taka sær av unglingum, sum hava brúk fyri tí. Eg haldi tað er stór skomm, at Føroyar ikki hava tað, og at landið skilur so nógvan pening frá psykiatriini. Tað er bara for langt úti, at psykiatriin ikki kann fáa fleiri pengar, at hjálpa fólki við og at betra um umstøðurnar. Her gísur, og her er ikki nóg nógv pláss. Tað er ofta, at fólk verða koyrd í kamar saman, og tað er ikki akkurát tað, mann hevur brúk fyri her. Mann hevur brúk fyri at vera nokk so nógv sjálvur. Tískil er alvorliga tørvur á einari ungdómspsykiatri, har tey kunnu hava fleiri aktivitetir. Til dømis upp klokkan átta at spæla stikkbólt, og so fara øll at mála saman aftaná ella at spæla Partners-kapping, ella hvat tað so enn skuldi verið. Tað er nokk so trupult at gera, tá tað eisini eru so nógv eldri fólk her.
- Til politikkaranar: Tosið eitt sindur minni um tunlar og gerið í staðin okkurt fyri psykiatriina, ger okkurt fyri sjúkrahúsið. Tað er har, fólk hava meira brúk fyri tí. Tað er týdningarmiklari, at fólk hava tað gott, enn at mann kann koyra hálvan tíma skjótari onkrastaðni, sigur Karin at enda við einum neva í borðinum.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |