- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Ungdómurin í Føroyum er sum seyður uttan hirða
Tit kenna hann frá hansara bersøgnu og beinhørðu online prædikum á heimasíðu hansara kjv.fo. Um tit ikki kennast við hetta, hava tit kanska hoyrt rødd hansara í sanginum ”Belials Synir” hjá Swangah Dangah. Maðurin er Sjúrður Højgaard, og hann er úr Rituvík.
Røddin hevur fingið orð á Sjúrð, har hann er komin við sínari meining um føroyska ungdómin í dag.
- Ungdómurin í Føroyum er sum seyður uttan hirða, sum foreldraleys børn, tíverri; sum lógloysingar, sum gera hvat teimum lystir, og halda, at tað ongar fylgjur fær. Villleidd av innskridnum villleiðarum, Dulamanninum og Færømanninum, uppriskvaðir til dóms. Ennvíðari villleidd av fjølmiðlum, rokksangarum, sataniskum UnHolyWood idolum og øllum øðrum tessháttar Satans lorti, sigur Sjúrður Højgaard.
Stórur partur av dagsins ungdómi dámar væl at smakka sær á, ballast osv. Sjúrður meinar ikki, at tað, sum føroyski ungdómurin tekst við, er gott uppá nakran máta.
- Alkohol er Devulsins eitur - til helvitis við alkoholi - stoytið tað altsamalt í kummuna, og steingið hasa helvitis rúsuna hjá tykkara korrupta, pengagríska landsstýri, sum enntá spekulerar í vinningi av at skeinkja mínar stakkals landsmenn fullar. Rúsdrekka eigur at verða forboðið og útruddað, so sum gjørt varð í 1918. Eisini reint læknaliga er hatta gift.
Sjúrður meinar ikki, at mann kann kalla býturarnar og alkoholvanarnar hjá ungum fyri mentan uppá nakran máta. Hann uppfordrar teimum ungu við hesum vanunum at fara til skips ella at fara til Suðuroyar at tæna. Eisini rósar hann ungdóminum og sigur, at tey ungu sum heild eru fitt at tosa við.
- Stoffir hoyra altso ongastaðni heima! Til helvitis við stoffum! Ikki eingong til ein djúpt deprimeraðan zoologiskan apukatt. Altso, hví vilja tit forkoma tykkum, fyri hareftir at vakna upp í helviti? Sigur ein spyrjandi Sjúrður, sum ikki skilir hvat stoffir gera millum ungdómin.
Tá tað kemur til kynslív, hevur Sjúrður eina greiða fatan av, hvat tað skal verða nýtt til. Hann meinar, at tað einans hoyrir heima millum ektamannin og hansara ektakonu, tí sex er ikki nakað, mann íðkar við hvørjum sum helst. Hesin tendensurin berur við sær, at samfelagið fer í upploysning eftir 1-2 ættaliðum, sambært Sjúrða.
Um tað stóð til Sjúrða, høvdu øll foreldur skulað hildið saman alt lívið, meðan kvinnan skal vera undir manninum.
- Av pávan-og-til við tykkara sokallaða líkarætti! Ektamaðurin er høvur ektakonunnar; ektakonan skal vera undirgivin yvirfyri ektamanninum og konan eigur at vera ein passari við hús, sigur Sjúrður.
- At vera hjá síni egnu mammu er alneyðugt fyri, at børnini skulu kenna seg trygg: júst sum kyllingarnir renna til bøguna í gásafamiljuni, og steggin kemur og pikkar teg óræddur. Tað verður ikki steggjan, kyllingarnir renna til - og bøgan, sum pikkar! Sigur ein avgjørdur Sjúrður, tá hann kemur inn á spurningin um, hvussu mann eigur at uppala børn.
Men hvat rørir tað Sjúrða, hvat onnur gera í sínum lívi, og hvat bilar tað at ung ballast o.s.fr? Sjúrður meinar, at áhugin í hansara sjónarmiðum prógvar, at vit øll vita innast inni, at hann hevur rætt. Tí følir hann tað sum hansara ábyrgd at rópa varsgó.
- Tað er alneyðugt, at fólk hevur eitt medvit um, at sumt er synd, sum t.d. siðloysi og drukk og avgudadýrkan. Tey, sum liva í slíkum, fara altso fortapt, (…) og tað finni eg meg ikki í, at okkara deiligi ungdómur skal fara fortapt, tá ið Jesus hevur gjørt tað møguligt hjá teimum at verða frelst. Tað er mín ábyrgd at rópa varskó við ótvítýðugum orðum, og vísa á Jesu Christi kross. Men, frelsan er ikki bara fyrigeving, men eisini umvending, svarar hann.
Hetta eru áhugaverd sjónarmið, sum ikki síggjast ofta í almenna rúminum. Fleiri meiningar hjá Sjúrða Højgaard eru at lesa á heimasíðu hansara kjv.fo.
Sjúrður endar hansara áhugaverda skriv til okkum við hesum setninginum:
- Beintframligani, og aldeilis uttan eitt gramm av humanissuligari, nossaleysari jaligheit: Sjúrður kjv Højgaard.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |