- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leif Sørensen: - Einfaldni er tað torførasta
- Í byrjanini var sera torført hjá okkum at fáa tær vørur, sum vit ynsktu, og er tað partvíst soleiðis enn. Kokkarnir vóru ikki vanir at arbeiða á høgum støði, og kendu ikki hesa "fine dining" mentanina. Í dag fylgja vit væl við, hvat hendir úti í heiminum, og eru tað serliga teir ungu kokkarnir, sum dríva verkið. Vit eru øll vorðin yrkisroyndari, og menna okkum allatíðina spakuliga. Vit royna at gerast betur, og vónandi verða umstøðurnar hjá matstovunum betraðar, so vit kunnu gerast enn betri.
- Vit royna ikki at nýta ov nógv ymisk ting í rættunum, so at tú kanst smakka høvuðs vøruna. Einfaldni er tað torfrasta. Hvussu kunnu vit gera ein rætt við bert trimum vørum? Vit royna altíð at hava okkurt tilknýti til Føroyar. Fyri at verða við í toppinum, má mann eisini fylgja mótanum í matgerðini, og at hava okkurt yvirraskandi í matgerðini, meinar Leif.
Maturin verður ógvuliga væl móttikin av útlendingum, og fólk í vinnuni halda at tey skulu gerast ekstremari. Tað verða alt fleiri greinar skrivaðar um KOKS í útlenskum bløðum, og tey hava gestir sum eru komin til Føroyar bara fyri at eta á KOKS. Alt fleiri føroyingar fara á KOKS at eta, og fáa tey ofta eisini vent hugsanini hjá teimum, sum eru skeptisk.
- Vit síggja nógv tey somu andlitini, og vísir tað, at vit gera okkurt rætt. Tað liggur náttúrliga í okkum at royna at menna okkum, og vilja vit alla tíð royna at finna nýggj ting og nýggjar leiðir. Um tað eydnast hjá okkum at halda okkara starvsfólk í Føroyum, so er stórur møguleiki at betra toymið. Vit hava øðiliga stóra útskifting av starvsfólkum, tí tey ynskja at koma út í heim at arbeiða á teimum góðu matstovunum í útheiminum.
Leif heldur ikki, at tað er ikki so lætt at reka matstovu í Føroyum, men vónar at hetta fer at broytast, so at vinnan kann gerast sterkur partur av okkara ferðavinnu og gera tað høgligari hjá teimum, sum búgva í Føroyum, at búgva her. Mentan skapar trivna og gevur lívinum jaligheit.
- Vit mugu hugsa alternativt fyri at búgva her á landi - hugsa og gera tingini eitt sindur øðrvísi, enn hvat øll onnur gera, og hvat er vanligt. Konservatisma og vanahugsan tekur lívið av okkum, og tí skulu vit ikki altíð verða so bangin fyri onkrum øðrvísi og nýggjum. Men lat okkum ikki gloyma tað gamla, men tað má ikki rura okkum í blund, sigur Leif Sørensen at enda.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |