Fá hjálp til at søkja inn í Onglandi

Fá hjálp til at søkja inn í Onglandi
Ætlar tú tær til Onglands at lesa? Mánakvøldið skipar Altjóða skrivstovan fyri einum kvøldi, har mann kann fáa vegleiðing at fylla umsóknina til bretsk universitet út.
29.11.2013 - 21:00

Nógv tey flestu, sum fara út um Norðurlond í lestrarørindum, fara til Stóra Bretlands. At søkja inn í Stóra Bretlandi er kortini nakað øðrvísi enn at søkja inn í Danmark, og tí skipar Altjóða Skrivstovan mánakvøldið fyri einum tiltaki, har vegleitt verður í, hvussu umsóknin skal fyllast út. 

 

Tá ið ein søkir inn á universitet í Stóra Bretlandi skulu umsóknirnar sendast inn umvegis heimasíðuna hjá UCAS. Ein kann søkja upp til fimm útbúgvingar í senn, og ein umráðandi partur av umsóknini er at skriva eitt "Personal Statement", har tú greiðir frá tínum áhugamálum, framtíðarætlanum og dygdum. Tær flestu freistirnar at søkja inn á universitet í Stóra Bretlandi eru í januar-mánað. 

 

Vegleiðingin til søkja inn umvegis UCAS verður mánakvøldið kl. 19 á Handisskúlanum í Havn. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.