JobMatch – “Ung eru bestu íverksetarar”

Pallborðsfundur eftir JobMatch
JobMatch – “Ung eru bestu íverksetarar”
Eftir tiltakið JobMatch týsdagin varð kjakfundur hildin. Fyrstu framløguna hevði Eydna Skaale um, hvussu kjakið á internetinum ávirkar føroyskar útisetar, og eftir pallborðskjakið til hennara framløgu, greiddi Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Bakkafrost, frá um sínar royndir sum íverksetari í Føroyum.
02.01.2014 - 12:00

Árni legði út við at greiða frá, hvussu vit skulu steðga við at leita einans eftir arbeiðum, sum verða lýst leys, og í staðin skapa okkara egna sess á arbeiðsmarknaðinum. Hann vísti á sínar egnu royndir sum dømi, tá hann kom aftur til Føroya við einum hugskoti, ikki einum starvstilboði.

 

Árni, ið er útbúgvin marknaðarfrøðingur, hevði lagt til merkis, at tá talan var um at marknaðarføra vín, so løgdu framleiðararnir alstóran dent á, hvørjum landi vínið kom úr. Føroyar, sum eru ein stór fiskivinnutjóð, høvdu allar eginleikar at marknaðarføra góðsku í okkara fiski við at leggja dent á tað natúrliga við okkara samfelagi, men enn hevði eingin tikið stig til eina slíka verkætlan.

 

Við at leita eftir upplýsingum um føroyskan fisk og sjógæti á internetinum til fánýtis valdi Árni at síggja tað sum eitt tekin um, at her var neyðugt at traðka til. Hann gjørdi eina verkætlan, ið hann nevndi ‘Seafood from the Faroe Islands’ og fór síðan í holt við at fáa samband við føroysku fyritøkurnar. Hann fekk vegleiðing frá Vinnuhúsinum og prátaði við eina fyritøku eftir aðra, men allar høvdu forðingar fyri at seta hansara hugskot í verk.

 

Eftir fleiri noktandi tilboð kom hann endiliga í samband við alivinnuna, og tíðin var júst búgvin til, at alivinnan vildi nýta hansara verkætlan. Soleiðis komu heimasíðan ‘salmon.fo’ og verkætlanin ‘Salmon from the Faroe Islands’ til, og uttan at yvirhøvur lýsa við heimasíðuni, var hugurin fyri vitan um føroyskan laks so stórur, at heimasíðan hevði fleiri túsund vitjanir tað fyrsta árið.

 

Árni hevði tí rætt, tá hann sá, at føroyska fiskivinnan manglaði at marknaðarføra og upplýsa um vøruna hjá sær. Hóast hann fekk mótgongd í fyrstuni, helt hann áfram við sínum hugskoti og er í dag marknaðarleiðari hjá Bakkafrost.

 

Lyklaorðið hjá Árna er, at ung hava bestu fortreytir fyri at verða íverksetarar. Tað eru tey ungu, sum hava ráð at arbeiða ólønt við einum hugskoti í nakrar mánaðir, tí tey eru ikki tengd av at gjalda húsalán og barnaansing, og oftast hava ung møguleikan at búgva ókeypis hjá foreldrunum, meðan tey fáa sítt virki ella sína verkætlan upp at koyra. Soleiðis eggjar hann ungum at koma heim eftir loknan lesnað, so føroyska vinnan kann fáa gagn av tí vitan, hesir útisetar koma heim við. Ofta aftra ung seg við at koma aftur, tí einki arbeiði liggur og bíðar eftir teimum, men tað er tí at fyritøkur vita ikki, hvussu tær kunnu fáa gagn av hesum nýútbúnu fólkunum, um ikki tey koma heim við einum hugskoti, ið lýsir, hvussu teirra vitan og áræði kann gagna fyritøkuni.

 

Eftir fyrilesturin spurdi Heini í Skorini, orðstýrari, millum annað, hvørt ALS skipanin skuldi loyva nýútbúnum at fáa ALS stuðul í tríggjar mánaðir eftir loknan lesnað, meðan tey leitaðu eftir arbeiði, og her var pallborðið samt um, at hetta var alneyðugur stuðul til føroysku útisetarnar. Sølvi Jespersen, leiðari fyri talgildu marknaðarføringina hjá Atlantic Airways, greiddi frá, at hann ikki var komin aftur til Føroya, hevði hann ikki verið tryggjaður antin eitt arbeiði ella ein møguleika fyri at finna sær arbeiði.

 

Regin Berg, formaður fyri MFS, endaði við at vísa á, hvussu avgerðandi hesir tríggir mánaðirnir eftir loknan lestur eru fyri, hvar tann lesandi fer at festa búgv og arbeiða ein stóran part av sínum vaksna lívi. Hann vísir á, at sum søgan hjá Árna eisini lýsti, so er alneyðugt, at ung sleppa at koma heim í nakrar mánaðir at fáa samband við arbeiðsmarknaðin, tí um tey búgva her í Føroyum hetta kritiska tíðarskeiðið, so er tað her í Føroyum, at tey skapa sítt starv. Fáa tey ikki stuðul í Føroyum, men verða verandi í útlandinum og finna sær arbeiði, so verða tað útlond, sum fáa ágóðan av teirra útbúgving.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.