Bjóðar milliónir til mannin, sum kann umvenda sína lesbisku dóttur

Cecil Chao
Bjóðar milliónir til mannin, sum kann umvenda sína lesbisku dóttur
Í Hong Kong hevur Gigi Chao, dóttir ríkmannin Cecil Chao, skrivað eitt opið bræv til pápa sín um at góðtaka seg, sum hon er.
30.01.2014 - 12:30

Cecil Chao gjørdist víðagitin, tá hann í 2012 bjóðaði 500 milliónir Hong Kong dollarar, um 353 milliónir krónur, til mannin, ið kundi fáa dóttir sína at forelska seg í honum, og soleiðis gerast hinskynd aftur.

 

Hetta hendi, eftir at hann frætti, at dóttirin á einum túri til París hevði skrásett sítt parlag við partnaranum Sean Eav, av tí at pør í Hong Kong ikki kunnu ganga saman í skrásett parlag.

 

Í brævi sínum sigur Gigi, at hon er greið yvir, at tað er torført fyri pápan at skilja hennara støðu, men at hon altíð fer at elska pápan, tí hon veit, at hann einans roynir at virka eftir egnari sannføring. Hon leggur afturat, at hennara størsta ynski er, at pápin steðgar við at óttast hana, tí hon ynskir einans at verða viðfarin sum øll onnur menniskju.

 

Eftir, at brævið gjørdist alment, hevur pápin hækkað upphæddina til tað dupulta, og fríggjarar mangla ikki. Men mann kann loyva sær at seta spurnartekin við virðini hjá pápanum, tá hann sjálvur er víðagitin sum ein playboy, sum sigur seg hava havt minst 10.000 elskarinnur, men ongantíð er giftur. Gigi er eitt av hansara trimum børnum við trimum ymiskum konufólkum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.