LANGT LANGT ÚTI

Sniðgivið av Bárði Dal Christiansen
LANGT LANGT ÚTI
Nú er minni enn ein vika, til føroyska elektro-popp konsertin verður í Loppen á Christiania.
02.02.2014 - 21:15

Tey flestu, sum spáka sær runt í Keypmannahavn, munnu hava sæð myrku plakatina við einum rúmdarskipi á og heitinum “Langt langt úti”. Stílurin er elektro-popp-indie, og tað riggar væl til rúmdar-temaið, sigur Edmund Sofus Jacobsen, sum er ein av fyrireikarunum av tiltakinum.

 

Teir tríggir bólkarnir, sum fara at spæla, eru SAKARIS við Sakaris Emil Joensen, Mattias Kapnas og Andreas Dalsgaard, STESO við Hergeir Á. Staksberg, Unn Kragesteen, Rúni Christiansen, Kristin Nolsøe Bech og Rani Hammershaimb Christiansen, og LOVER LOVER við Filip Mortensen og Peturi Háberg. DJ Übernörd diskar, tá bólkarnir ikki spæla.

 

- Hetta er ein føroysk konsert, allir bólkarnir eru føroyskir, og tí hava vit valt at hava konsertina í Loppen, tí so kann man vænta, at fleiri enn bara føroyingar koma til tiltakið, sigur Edmund Sofus Jacobsen.

 

Les meir um tiltakið HER.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.