- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jón: Finnland er nakað heilt serligt
- Tað, ið hugtók meg við Finnlandi, var tað gátuføra við, at landið er ein partur av Norðurlondum, men tó so ymiskt frá øllum hinum. Øll hini Norðurlond eru bundin saman søguliga, málsliga ella mentanarliga, men Finnland er nakað heilt serligt.
Tað sigur Jón á Steig, miðnámsskúlanæmingur í Havn, ið eftir fólkaskúlan valdi at fara sum skiftisnæmingur til Finnlands í eitt ár.
Hann búði í høvuðsstaðnum Helsinki, og hann upplivdi býin sum ein sambindingarliður millum Norðurlond og Eysturevropa.
- Finnar hava genetiskt einki við norðurlendingar at gera, og nærmastu fólkasløg teirra eru ungarar og estar. Tí er tað løgið, at finnar líkjast so nógv okkum. Tað er hetta, sum ger Finnland so áhugavert og hugtakandi fyri meg, hvussu tað ber til, at vit kenna so nógvan skyldskap til eitt fólk, ið vit ikki deila uppruna við.
Tørvur á eini mentanarviku
Spurdur um, hvørt vit føroyingar vita nógv um Finnland, heldur Jón, at samanborið við okkara kunnleika til hini Norðurlondini, so er vitanin um Finnland lítil.
- Vit kenna øll Mumi, men Finnland hevur so øgiliga ríka mentan, sum er verd at uppliva. Tí er tað óført, at vit hava eina finska mentanarviku í Føroyum, so vit kunnu uppdaga, hvat landið hevur at bjóða.
Tiltakið ‘Landið í Eygsjón: Finnland’ heldur áfram alla vikuna í Norðurlandahúsinum, og skráin sæst her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |