- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Føroyar eru tað, tú gert tær til
Í kjakinum um fólkafráflyting verður tosað nógv um teir vantandi møguleikarnar í Føroyum. Tað er ringt at fáa tey ungu at trívast, verður ofta sagt. Men er tann føroyski gerandisdagurin í veruleikanum so keðiligur og einstáttaður, sum vit ofta gera hann til?
Dømir tú útfrá blogginum ''Life of Christa', noyðist eitt lív í Føroyum hvørki at vera einstáttað ella keðiligt. Tað eina kvøldið er bloggarin til punkkonsert. Kvøldið eftir situr hon heima við ullhosum og einari bók. Eina dagin er hon á kafé við vinkonunum. Dagin eftir drekkur hon te við familjuni.
Christa Reynheim er 25 ár, hevur lisið entrepeneur design og flutti í fjør heim aftaná fimm ár í Keypmannahavn og Berlin. Og sjálvt um hon skilir útlongsulin, sum flestu ungir føroyingar hava, sigur hon, at ein føroyskur gerandisdagur kann rúma nógv meiri, enn vit halda:
- Nógv ung halda, at tað er keðiligt í Føroyum. Og eg kenni væl kensluna. Kanska gongur tað for seint, kanska er tað veðrið og kanska okkurt triðja. Men Føroyar eru akkurát tað, man ger tær til. Líkasum eg til dømis havi eina yndis barr í bæði Keypmannahavn og Berlin, so havi eg eisini eina í Havn, sum eg vitji javnan. Og her heima er tað so lætt at geva gerandisdeginum eitt sindur av spenningi. Um tú til dømis vilt skipa fyri einum tiltaki ella seta eina verkætlan í gongd, so er eingin trupulleiki at finna høli, tónleikarar ella at lýsa í miðlunum.
Saknaði tryggleikan
Aftaná nøkur ár í Keypmannahavn valdi Christa at flyta til týska høvuðstaðin Berlin. Har arbeiddi hon innan list og mentan, meðan hon gekk á týskum málskúla. Men best sum hon var í ferð við at finna seg til rættis í tí stóra býnum, kendi hon, at okkurt manglaði:
- Eg saknaði tryggleikan í Føroyum. Føroysku fjøllini og tað at kenna fólk aftur í býnum. Eg saknaði at fáa ein temunn frá systur míni. Alt tað, vit ikki hugsa so nógv um, longdist eg eftir. Saknurin var so stórur, og til endans mátti eg bara heim sum skjótast. Eg hevði brúk fyri einum steðgi frá útisetalívinum. Og inntil víðari havi eg ongan útlongsul. Tvørturímóti.
Tá Christa í fjør flutti heim, stovnaði hon sína bloggsíðu, har hon savnar myndir úr gerandisdegnum. Og sjálvt um hon ikki tilvitað roynir at lýsa sítt gerandislív sum nakað serstakt, munnu myndirnar kortini vekja heimlongsul í flestu útisetahjørtum.
- Tað er ikki tí, eg havi ein meira spennandi gerandisdag enn onnur. Bloggurin var mest gjørdur sum eitt alternativ til Facebook og Instagram. Og eg hugsi slett ikki um at lýsa tann føroyska gerandisdagin sum nakað serliga spennandi. Mín bloggur er bara ein almenn dagbók í myndum. Men eg haldi allíkavæl, tað er nokk so týðiligt, at eg eri glað her. Tí eg trívist, eg eri trygg, og eg eri heima.
Ert tú forvitin eftir at vita meiri um, hvussu ein stórbýargenta ger Havnina spennandi, kanst tú vitja bloggin hjá Christu her.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |