- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klárar tú eisini at botna øl?
Andrea Vang, 17 ára gomul, Kaldbak:
Eg haldi, at tað er festligt. Eg hevði sikkurt sjálv botnað eina øl, um tað skuldi verðið. Tað er bara vorðið ov ekstremt aðrastaðni, har tey skulu botna so og so nógv av vodka - onkur sigur, at fólk eru deyð av tí. Hopi ikki tað passar!
Sofía Celebi Joensen, 18 ára gomul, Velbastaður:
Rætt og slætt, so skilji eg ikki meiningina aftan fyri ølspælið, sum er vorðið so vælumtókt á Facebook. Tað er nokk ei heldur meiningin, at ein meining skal liggja aftanfyri, men tað er eisini tí, at eg haldi tað vera óneyðugt. Tað er sikkurt stuttligt at vita, um tað eydnast at botna 0,5 l øl í einum og síðani geva øðrum somu avbjóðing, men sum ein vísur persónur einaferð segði: Alt við máta! Ung skulu sleppa at vera ung, men vit mugu samstundis minnast til, at vit hava eisini ábyrgd.
Sjálv hevði eg ikki botnað eina øl, tí eg taki Yndi fitness fram um.
Sverri Patursson, 17 ára gamal, Kirkjubøur:
Eg haldi, at ølspælið, ið koyrir runt á Facebook, er rættiliga fríkst. Sjálvt um tað er øl, so er tað festligt! Eg haldi, at tey, ið hava nakað ímóti spælinum, eru keðilig. Sjálvandi eru tað summi, ið ikki vilja botna eina øl, men tey hava so møguleikan at keypa ein kassa.
Eg eri blivin nomineraður í dag, og eg ætli mær sjálvandi at gera mína skyldu og botna eina øl!
Lávus Kárason Djurhuus, 20 ára gamal, Tórshavn:
Also eg kann byrja við at siga, at eg ikki hevði drukkið sjálvur, og heldur ikki givið ein kassa til tann, sum nomineraði meg. Eg haldi ikki ordiliga, at mann hevur rætt til at siga, at ein skal skylda sær ein kassa av øl, tá ið ein ikki tímir at botna eina øl eitt heilt vanligt mánakvøld og posta tað á Facebook. Men tá tað er sagt, so haldi eg tað vera stuttligt fyri tey, sum tíma tað - og tað kann eisini (til tíðir) vera undirhaldandi at hyggja eftir.
Loes Vanhaecke, 19 ára gomul, Tórshavn (skiftisnæmingur úr Belgia):
Until they asked me to write down my opinion about the phenomenon of ‘neck nominations’ I never really thought of it and found it just something funny to watch. As long as it stays with an ordinary beer. When it goes over to more beer, spirits and mixing, it starts to worry me. Everything has to become more extreme, bigger, faster these days. I think that the peer pressure nowadays has never been this big. And it’s hard to resist it. Let’s just hope that mania will be over soon without big incidents. And let us all just enjoy a nice drink with our friends instead of sharing it with the whole world.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |