- Tíðindi, mentan og ítróttur
Röddin í sofuni: Brandur Enni spælir nýtt lag

Hetta er frumframførsla av nýggja lagnum hjá Brandi “Other Side of the World”, ið varð framført live heima í stovuni hjá Trónda Enni ekslusivt fyri Röddini. Lagið verður at hoyra á fløguni “Funerals and Celebrations”, sum enn ikki er útkomin.
Eftir at vit hava sitið í “pubbini” á Tvøroyri eina løtu, verður klokkan 18, og vit skulu hitta Brand. Hann kemur gangandi ímóti okkum og vísir okkum veg til húsini hjá beiggja sínum, Trónda. Vit koma í túnið, og har stendur Tróndur í arbeiðsklæðum og arbeiðir uppá at umbyggja sín gamla hjall til eitt studio. Hann bjóðar okkum vælkomnum til síni heimafjálgu hús, og komin inn um skeinkir Brandur okkum ein væl untan kaffimunn.
Veggirnir uppiá í studionum eru prýddir við gittarum og øðrum ljóðførum. Vit seta okkum í sofuna og práta um alt frá føroyska málinum til Beatles, aftaná at Brandur hevur hitað upp við einum av sínum nýggju løgum. Tróndur freistaði okkum við einari specialøl frá Føroya Bjór – gaman í, og stemningurin varð settur.
So kom løtan, tá Brandur skuldi spæla okkum “Other Side of the World”, men so tvør sum vit eru, høvdu vit ikki nokk álit á okkara upptøkutólum. Sum ein annar Herkules kom Tróndur og reddaði degnum við at stilla heilar tríggjar studiomikrofonir upp, soleiðis at vit fingu tað optimala ljóðið! Vorðið sum gestablídni, vit tríggir norðingarnir fingu frá Enni-brøðrunum.
Myndir frá vitjanini og samrøðuni kunnu síggjast her. Gloymið ikki at lurta eftir víðari samrøðuni við Brand í Reiðrinum sunnukvøldið klokkan 20:00.
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




