Hússj: Altjóða steak og blowjob dagur

Hússj: Altjóða steak og blowjob dagur
Í dag, júst ein mánaða eftir Valentinsdag, er altjóða steak og blowjob dagur. Röddin hátíðarheldur sjálvandi henda fagra dag við eini grein um, hvussu tú gert eina perfekta steak og eitt perfekt blowjob til tín elskaða.
14.03.2014 - 17:30

Tann 14. februar forkelaði sjeikurin teg við einum lekrum døgurða, rósum og einari sjokolátaerskju, men í dag 14. mars, ein mánaða seinni, er tað sjeikurin, ið skal forkelast. Og hann skal forkelast við búffi og blowjob, tað hevur hann jú uppiborið aftaná alt stríðið á Valentinsdegnum, ikki so?

 

Enskur búffur er altíð eitt sikkurt val. Hvussu búffurin skal steikjast, er alt eftir, um tú vilt hava hann reyðan, medium ella gjøgnumstoktan. Pannan skal fyrst og fremst vera ordiliga heit. Um tú vilt hava búffin reyðan, skal hann bara líka flippast á pannuni, mediumbúffur skal liggja í 2-3 minuttir á hvørjari síðu, og gjøgnumstokti búffurin skal liggja 5-6 minuttir á hvørjari síðu. Slett ikki tað, um tú longu veitst, hvussu sjeikurin vil hava búffin, so gert tú bara tað, sum tú heldur vera best.

 

Hatta var steak, og nú er tað blowjob. Sum við øllum øðrum er tað sera ymiskt, hvat ið einum dámar, men sum við enska búffinum, er hetta altíð ein góður máti:

 

  1. Fyrst og fremst er tað sera týdningarmikið, at tú tímir, tí dreingir merkja tað beinanvegin, tá ið hugurin ikki er har. Liv teg inn í tað, njót tað og ikki hugsa ov nógv.
     
  2. Lat varisliga varrarnar ferðast frá hálsinum, niður á bringuna, niður ímóti búkinum og síðani oman til murtin. Ikki leypa á og sutta murtin av, men fær varisliga fram at byrja við, mussa runt um nossirnar, murtin sjálvan og fá síðani spakuliga tunguna við í spælið.
     
  3. Byrja at slikka murtin og koyr hann síðani í munnin, ímeðan tú hyggur upp á drongin hjá tær. Hald um murtin og lat hondina ferðast við varrunum, tá ið tú fert aftur og fram, tí tá følist tað sum, at tú gapar um eitt størri øki. Ver vill, men minst til ikki at brúka tenninar… ov nógv.
     
  4. Um tú ivast í, hvussu tú skalt slikka og sutta, so er tað altíð gott at fyristilla sær bara, at høvdið á murtinum er ein leskilig, jarðberja sleikisneis. Massera høvdið væl við tunguni.
     
  5. Ikki gloyma nossirnar.
     
  6. Legg til merkis, at tað eitur ikki blowjob av berari tilvild, men kemur av, at tú skalt blása, ímeðan tú hevur murtin í munninum. “Vindurin” gevur honum nakrar lekrar sjálvtar. 
     
  7. Og prikkurin yvir i: Svølg!
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.