Jennifer Lawrence í filmsleiklutinum sum Katniss Everdeen
Bókaummæli: Hungursleikirnir
Fyri kortum kom bókin Boðkveggjan út á føroyskum, ið er seinasta bók í trírøðini um Hungursleikirnar - á enskum The Hunger Games. Röddin hevur fingið Katrin Sølvará at ummæla bøkurnar.
18.03.2014 - 16:15

Landið Panem – fyrrverandi Norðuramerika – er deilt upp í trettan øki: Capitol, har íbúgvarnir hava alt tað, tey kundu ynskt sær, og tær tólv sýslurnar, ið skulu syrgja fyri, at tey í Capitol fáa alt tað, tey hava tørv á. 

 

Hungursleikirnir

Sekstan ára gamla Katniss Everdeen býr í Sýslu 12. Eins og í flestu av hinum sýslunum er har stór hungursneyð, og eftir sum pápi Katniss er deyður, og mamman ikki er før fyri at arbeiða, má Katniss sjálv berjast fyri at kunna seta mat á borðið til sín sjálvs, systrina Prim og mammuna.

 

Hungursneyð er tó ikki einasti vandin í sýslunum. Hvørt ár skulu tvey ung – ein genta og ein drongur millum 12 og 18 ár – úr hvørjari sýslu leika í Hungursleikunum, eini reality-sjónvarpssending, har bert vinnarin sleppur undan við lívinum. Hesi fýraogtjúgu ungu verða tveitt í ein leikvøll og verða noydd at berjast fyri lívinum. Vilja tey ikki drepa, so verða tey sjálvi dripin.

 

Tá tólv ára gamla systirin, Prim, verður vald, velur Katniss at taka pláss hennara, hóast hon veit, at hetta verður hennara deyðadómur. 

 

Eru vit veruliga tey góðu?

Tað, sum eg haldi vera so áhugavert við hesi trilogiini, er mátin, hon spælir við huganum hjá lesaranum. Sum við einari og hvørjari aðrari bók, setir lesarin seg í staðið hjá høvuðspersóninum og følir, at tey hava nógv til felags. Sjálv hugsaði eg, at hesir íbúgvarnir í Capitol vóru beinleiðis barbariskir, tí at teir hildu tað vera undirhaldandi at síggja børn myrða hvørt annað.

 

Men hava vit í vælferðarsamfelagnum veruliga nakað til felags við Katniss, ella nøkur av hinum børnunum úr fátøku sýslunum? Livistøðið hjá okkum líkist nógv meira tí hjá íbúgvunum í Capitol. Og eru Hungursleikirnir so nógv verri enn sumt av tí, vit hyggja eftir?

 

Ung í vælferðarsamfelagnum hyggja at reality-sendingum sum til dømis Paradise Hotel, sum fyrst og fremst koyrir uppá, nær onkur fer at stinga eitt vinfólk í ryggin.

 

Nei, fólk verða ikki dripin, men tað sum ger slíkar sendingar so áhugaverdar, er júst tað at síggja, hvussu egoistisk fólk kunnu vera – fer luttakarin at blaka vinfólk síni út fyri at bjarga síni egnu reyv?

 

Endiliga ein ungdómsbók við tungum evnum

Bókin viðger eitt óvanligt evni innan ungdómsbókmentir, nevniliga hvat skal til fyri at knekka moralsku hugsjónirnar hjá einum menniskja. Tað evnið, ið oftast dominerar bøkur til ung, er kærleiki, ið ofta kann tykjast yvirdrivið og ”cheesy”. Romantiseraður kærleiki er ikki tað, ið ber hesa søguna. Hann er flættaður inn í søguna fyri at geva henni enn eitt lag. Tað er hetta áðurnevnda tunga, óhugnaliga evnið, og persónsmenningin hjá Katniss, ið eru týdningarmestu evnini í trírøðini.

 

Dystopi er sjálvandi ikki nakað fyri øll, men Hungursleikirnir er heilt víst ein trírøð, eg vildi viðmælt øllum tannáringum at lisið. Manglandi menniskjarættindi, hungursneyð, ekstremur stættamunur – tað er so ikki neyðugt at hava lisið samfelagsfrøði fyri at síggja, at har eru onkrir grundleggjandi samfelagstrupulleikar.

 

Suzanne Collins hevur skrivað tríverkið um Hungursleikirnar. Bergur Rasmussen týddi til føroyskt, og tað er Bókadeild Føroya Lærarafelag, ið hevur givið bøkurnar út. Tær tríggjar bøkurnar eita Hungursleikirnir, Festir í og Boðkveggjan.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.