- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú kanst tú atkvøða til Tórshavnar Ungdómsráð
Býrt tú í Tórshavnar kommunu og ert tú millum 14 og 22 ár, hevur tú nú møguleika at gera tína atkvøðu galdandi í valstríðnum til Tórshavnar Ungdómsráð. Valið endar 28. mars.
Øll ung í hesum aldursbólkinum í Tórshavnar kommunu hava í síðstu viku fingið eitt loyniorð sendandi við postinum. Hetta loyniorðið skal brúkast til at rita inn við, so tú kanst atkvøða her.
Í samband við at valið er skotið í gongd, verður í morgin, mikudagin 26. mars, pallborðsfundur í Margarinfabrikkini. Her koma valevnini til ungdómsráðið til orðanna, og eisini kemur Helena Dam á Nesytabø at greiða frá endamálinum við ráðnum.
Valskeiðið er í 2 ár, har 5 limir og 5 varðalimir verða valdir inn. Hetta er tað fyrtsa av sínum slag, og eisini tað fyrsta valið, ið fer fram talgilt. Ætlanin við ráðnum er, at tað skal verða røddin hjá ungdóminum, soleiðis at ungdómurin verður betur umboðaður í kommunalum høpi.
Hesi eru valevnini:
Eyðun Poulsen
Lydia Sólheim
Bjørg A. Toftegaard
Hildbert R. Johannesen
Tór Marni Weihe
Harald Joensen
Hanna Vang
Bogi Bech Húsgarð
Gunnhild Hansen
Oda Strøm
Drós Ragnarsdóttir
Ásvør Lognberg
Rebekka Eliasen
Magnus Heinason Eysturoy
Tú kanst lesa meiri um hvønn einstakan á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |