Ester Kristiansen við nýggjum staklagi

Ester Kristiansen við nýggjum staklagi
Tveir mánaðir eru lidnir síðani Ester Kristiansen gav fyrsta staklagið, Elska teg, út. Eftir eina buldrasliga byrjan, er Ester nú klár við nýggjum lagi.
01.04.2014 - 22:45

Tað var ein hørð móttøka, sum fyrsta lagið hjá Ester Kristiansen fekk. Á sosialu miðlunum fekk hon nógvar ábreiðslur og persónligar atfinningar fyri at hava stolið heimskenda lagið, Halo, sum er kent frá sendirøðini One Tree Hill.

- Eg var sjokerað at fólk reageraður so ógvusliga sum tey gjørdu. Fólk skrivaðu alt møguligt um meg á facebook, eisini fólk sum eg kendi og vistu at eg fór at síggja tað!

Sjálv sigur hon, at tað var eingin loyna, at bæði lag og uppbygnaður av Elska teg var ógvuliga inspirerað av One Tree Hill lagnum. Hetta hevði hon eisini sagt í samrøðuni í útvarpinum, men ikki nóg týðiliga, so tað var ikki komið við.

Serliga ringt bleiv tað, tá fólk byrjaðu at ringja til Ester um náttina, so hon varð noydd at fáa loyniligt nummar.

- Eg hevði aldrin trúð, at hetta kundi hent í Føroyum. Fólk reageraðu so ógvusliga, at tað er ófatiligt.

Tað var hart fyri Ester at vera spilt út á netinum, men hon metir sjálv, at hon dugdi væl at takla tað. Alt tók hart uppá hana, men við góðari familju og vinum, sum veruliga stuðlaðu henni, er hon komin víðari. Útvarp Føroya hevur eisini verið stuðlandi og bjóða henni aftur í studio at greiða frá øllum.

Einsamøll

Harða byrjanin hevur ikki fingið Ester at steðga við tónleikinum, tvørturímóti hevur hon nú eina enn betri orsøk at útgeva eitt nýtt lag beinan vegin.

- Eg havi fingið dirvi til at koma sterkt aftur. Tónleikur hevur altíð verið ein stórur partur av lívinum hjá mær, og eg vil hava fólk at gloyma hina hendingina.

Nýggi sangurin eitur Einsamøll, og er um dapran kærleika og at koma yvir eina hjartasorg.

- Hetta er ein gomul yrking, sum eg havi gjørt lag til. Systir mín og eg hava arbeitt saman um lagið. Hesuferð er tað 100% egið.

Við sær í studio hevur Ester mangar matar menn, m.a. Mikael Blak, Benjamin Petersen, Per Højgaard og Óla Poulsen.

<iframe width="100%" height="450" scrolling="no" frameborder="no" src="https://w.soundcloud.com/player/?url=https%3A//api.soundcloud.com/tracks...

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.