Hússj: Havi brúk fyri mannakjøti

Hússj: Havi brúk fyri mannakjøti
- Eg merki, at hon sjálv har niðri, vaginan, slevar meir enn eg eftir hesum freka og fornemma dronginum. At lúgva fyri at fáa sex, er tað frekt ella frekt?
01.05.2014 - 10:15

Vit hava kjattað saman í nakrar vikur, og fyri hvørt kvøld sum gongur blíva samrøðurnar heitari. Hann er knall søtur, og tankin um hann fær blóð mítt í skjótari umløb enn nakantíð. Havi brúk fyri mannakjøti, havi ikki smakkað til tað í mánaðir. Tað er blivið so kavmoðið altíð at skula noyðast við fingrarnar hvørja ferð, mann er treingjandi.

 

Eg veit, at dreingir eru sum djór, tá tað kemur til fisu, so tað er ikki størsti trupulleikin at finna "onkran". Men nei, ein vissur standard má haldast, og hesin fýrurin eg havi skrivað við kann definitely brúkast!

 

Meðan eg geri meg klára at fara í býin, fái eg eini facebookboð frá honum. Mínar dansirørslur til Single Ladies hjá Beyoncé brásteðga av gleðiboðunum: kom avstað í ball hjá mær í kvøld, tak vinkonur við!

 

Uttan diskussión háli eg vinkonurnar avstað við mær, og vit fara avstað hóast ringa og óstøðuga busssambandið – ja, hann er av bygd. Vit snapsa í bussinum, meðan regnið dukaði á rútarnar, og sjálvandi arga vinkonurnar meg við at drukna meg í hítum, so eg verði væl brynd.

 

Nervarnir eru um at bróta saman, men vit koma so inn í tað annars sera vælkoyrandi ballið. Eg og hann tosa okay, men tað er bara so helvetisliga awkward, tí vit hava ikki hitst áður. Tað einasta, eg hugsi, er:

 

- Hvat nú, um hann heldur meg vera keðiliga, óinteressanta ella ljóta? Fanin, hvussu skal eg uppføra meg!?

 

Hetta eru konstantu tankarnir, sum avmarka mær í at vera eg sjálv. Tvætl, eg velji sjálvandi bara at fylla nokk av alkoholi í meg, tí alkohol er jú lik við mót og dirvi...

 

Meðan eg mest haldi meg til vinkonurnar gjøgnum kvøldið, ger frástøðan frá honum bara, at eg vildi hava hann enn meir. Eg merki, at hon sjálv har niðri, vaginan, slevar meir enn eg eftir hesum freka og fornemma dronginum. Seti mær nú fyri, at eg  skora hann í kvøld, líka mikið hvussu miseydnaða eg føli meg sjálva vera.

 

Klokkan nærkast 01:00, og náttarbussurin stendur uttan fyri, klárur at koyra okkum í býin. Hugsi fuck, hvussu fanin skal eg nú fáa hann lokkaðan í songina við mær? Vinurin, Jack Daniels, hevur givið mær mótið at siga við hann, at bussurin er seinkaður 15 minuttir. Fyri at leiða uppmerksemið burtur frá gestunum biði eg hann fara og rulla mær eina feita til seinni og kíni honum um ennið. Meðan hann fer at rulla sigi eg við hini, at vit hava annan fart, so tey ikki skulu bíða eftir okkum.

 

5 minuttir seinni kemur hann aftur í stovuna, men bara eg eri eftir í øllum húsunum. Eg eri ikki bara “eftir”, nei liggi spillnakin á sofuni. Eg kann ikki vera meira livandi enn nú. Hansara bilsna eygnabrá er skemtiligt, men so skilir hann mína ætlan. Ljósið sløkkist, eg hoyrið buksur hansara detta á gólvið, og áðrenn eg veit tað, liggur hann á mær. Mussar meg. Tekur meg í hárið, kelar mær eftir øllum kroppinum og endar millum beinini hjá mær.

 

Eg eri uppøst, klári næstan ikki pressið frá mínari graðheit. Hann treingir inn í meg, og eg kenni ikki mítt egna skríggj aftur. Droymi meg burtur í hesa løtuna, tað er fyrst, tá vit eru liðug, at eg leggi merki til, at cheesy popptónleikur hevur spælt í bakgrundini allatíð.

 

Løtan aftan á er óbeskrivilig. Eingin hevur nakrantíð gjørt meg soleiðis sum hetta bygdarfrellið, og vit liggja nú bara og stara út í rúmið. Tøgnin verður brotin av honum, tá hann spyr um vit ikki skulu roykja okkum burtur við jointini, “hann rullaði til mín”. Eg svari:

 

- Eingin rúsur kann nakrantíð málast við tað staðið, tú hevur tikið meg til í kvøld.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.