Soleiðis sær finalan í Sement út

Soleiðis sær finalan í Sement út
Víðari eru Asyllex, Punjab, Lyon & the Colourstorm, Nystrøm, Frank in a Phonebox, Ranchus og Grús.
18.05.2014 - 12:15

Í gjárkvøldið varð staðfest, hvussu finalan í ársíns Sement kemur at síggja út. Asyllex, Punjab, Lyon & the Colourstorm og Nystrøm spældu seg víðari í gjárkvøldið. Saman við teimum verða Frank in a Phonebox, Ranchus og Grús, sum komu víðari í fyrsta undanumfarinum, fríggjakvøldið.

 

Fyrstnevnu í gjárkvøldið til at koma víðari til finaluna vóru suðringarnir úr Asyllex. Teir fingu “wildcardið”, sum verður latið til ein bólk, sum verður mettur at koma í finaluna.

 

- Hvussu tað er at koma víðari? Tað er frúktiliga deilogt, pissi feitt! Tað verður eitt ordans brak næstu weekend, siga Finnur og Brandur úr Asyllex. Spurdir, um teir vinna finaluna svara teir: sjálvandi!

 

Eftirfylgjandi vórðu Lyon & the Colourstorm nevndir, so Nystrøm og til síðst Punjab. Nøvnini blivu lisin upp i tilvildarligari raðfylgju.

 

- Hetta er fantastiskt, deiligt! Vit vóru eitt sindur nervøsir áðrenn, vit vistu ikki um tað rakk, men tað rakk so – ordiliga gott, sigur Árni úr Punjab.

 

Teir halda, áskoðararnir spældu ein stóran leiklut til framførsluna, og teir gleða seg til finaluna. Men vinna teir?

 

- Tað vita vit ikki, har eru nógvir feitir og dugnaligir bólkar, men tað hevði verið feitt at vunnið og sloppið í studio, siga Punjab fýrarnir fýrarnir flennandi.

 

Stemningurin í Perluni var góður í gjárkvøldið, og fleiri fólk komu so líðandi, sum kvøldið gekk. Kaffi og the var at fáa, og longu har varð hugnaliga huglagið sett. Dómararnir vóru Jón Tyril, Guðrið Hansdóttir og Kristoffer Mørkere. Men hví komu akkurát hesir bólkarnir víðari?

 

- Tað er tí, at hesir vóru teir bólkarinir, ið vóru best fyrireikaðir og spældu best, sigur Kristoffer og væntar eina tætta finalu.

 

- Eg vænti eina tætta finalu. Her eru nógvir góðir bólkar, men mann kann ikki ordiliga siga nakran vinnara beint nú, tí tað verður sum sagt tætt, sigur Kristoffer.

 

Frank in a Phonebox var ein av bólkunum, ið komu víðari fríggjakvøldið. Pætur Jákupsson, guitaristur, gleðir seg til finaluna, men torir ikki at pástanda nakað, um hvussu tað kemur at enda.

 

- Tað er fantastiskt at vera víðari. Har er ótrúliga hørð kapping, har eru nógv onnur ótrúliga góð nøvn, so tað er 100% vert at fara og lurta leygardagin – feitar konsertir allan dagin!

 

Finalan verður leygarkvøldið 24. mai, og tá verður Röddin aftur á staðnum.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.