- Hava fyrireikað okkum við nógvari venjing og nýggjum tilfari

- Hava fyrireikað okkum við nógvari venjing og nýggjum tilfari
- Vit hava fyrireikað okkum við nógvari venjing og nýggjum tilfari, so fólk kunnu vænta sær eina lekkra konsert við feitum tónleiki, sum heilt vist ger tað vert at fara á Vaglið til Tórsfest kl. 16 leygardagin. Tað sigur 19 ára gamli sangarin í bólkinum Frank in a Phonebox í samrøðu við Röddina.
25.07.2014 - 20:45

Frank in a PhoneBox hittust í Nám X, men tað var ikki, fyrr enn skúlaárið var komið at enda, at bólkurin varð stovnaður. Í byrjanini spældi bólkurin einans tøkuløg, men teir fóru skjótt at skriva egin løg, sum nú er tað einasta, teir spæla, greiðir Hjalti Bogason, forsangari, frá.

 

- Umleið eitt hálvt ár seinni byrjaðu vit at framføra, men fyrsta veruliga Frank in a PhoneBox konsertin var á Sement 2013, har vit fingu triðja plássið. Síðan tá hava vit ment okkum nógv sum bólkur, og tónleikurin spírar nú meiri enn áður.

 

Frank in a PhoneBox spæla alternativan, laid back, rock tónleik, og teir leita sær íblástur undir brúsuni, sigur ungi sangarin skemtiliga.

 

- Ein fastur táttur er eisini at djamma okkum til eitt hugskot, og síðani skriva sangin harfrá, men heimaarbeiði verður eisini ofta gjørt. Tá er sangurin oftast merktur av stílinum hjá viðkomandi limi.

 

Frank in a PhoneBox hava verið nógv at nógv kring landið í ár. M.a. hava teir spælt á Mentanarnáttini í Havn, Við Brúnna, í Sirkus Føroyar, og nú skulu teir eisini á pall á Tórsfest.

 

- Tað kennist altíð væl at spæla konsertir, og av tí at so stór nøvn spæla, eru vit sera hepnir at verða bidnir um at spæla til tiltakið.

 

- Vit hava fyrireikað okkum við nógvari venjing og nýggjum tilfari, so fólk kunnu vænta sær eina lekkra konsert við feitum tónleiki, sum heilt vist ger tað vert at fara á Vaglið til Tórsfest kl. 16 leygardagin.

 

Spurdur, hvat dreymurin er, svarar Hjalti:

 

- Dreymar mugu avmarkast í tann mun, at ein noyðist at góðtaka tað minsta at byrja við. At gerast ein umbiðin bólkur uttanfyri Føroyar krevur hart arbeiði, men tað er heilt vist dreymurin.

 

Ungi sangarin í Frank in a PhoneBox leggur at enda afturat, at ein túrur í studio nærkast á dagsskránni hjá bólkinum.

 

Frank in a PhoneBox er mannaður av Hjalta Bogasyni, Pæturi Jákupssyni, Sámali Rasmussen, Halli Við Skipá og Hjørti Háberg.


Hoyr sangin Seen Before hjá Frank in a PhoneBox her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.