- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnabáturin klárur til Ólavssøku
-Vit rógva bara á hinum stevnunum fyri at fáa stig, tí so kunnu vit ganga við tveimum medaljum á Ólavsøku. Higartil í ár hava vit ligið nummar tvey og trý. Í FM liggja vit á einum samlaðum øðrum plássi.
Arnbjørn Isfeld og Rúni Haraldson rógva í ár við Havnabátinum. Báturin er víðagitið tíggjumannafar, sum í 70'unum var nærum ósigraður. Havnabáturin var føroyameistari frá 1973 til 1979 og báturin vann eisini á Ólavsøku átta ár á rað. Men soleiðis verður allarhelst ikki í ár.
-Drekin Reyði er so langt fremst. Og eg meini langt fremst. Vit hava ongan kjans at vinna FM í ár. Teir noyðast ikki eingongd at møta upp í morgin, teir blíva kortini føroyameistarar. Men vit skulu vinna Eysturingur, tað mugu vit!
Tað frættist um rógvarar, at teir venja øgiliga hart og fylgja einari strangari kostætlan. Manningin skal eisini halda uppat við at drekka. Farið verur í venjingarhølini tíðliga um veturin ella seint um heystið. Men soleiðis varð ikki við manningini umborð á Havnabátinum.
-Altso, vit hava roynt alt hatta fyrr, í fjør vóru vit partur av einari manning, sum gjørdi alt ordiligt. Vit drukku ikki og byrjaðu tíðliga at venja. Tá gekk ikki serliga væl, men í ár hava vit verið ordiliga óseriøsir, men tað gongur faktiskt fínasta slag.
-Aftaná Jóansøku drukku vit umborð á Smyrli. Eg var rættiliga skít. Ein frá Eysturingur kemur yvir til mín og sigur ”tit koma ikki framum okkum við hetta lag”, men eg veit ikki, vit liggja nummar tvey samanlagt.
Báturin Rúni og Arnbjørn róðu við í fjør var Lómur, men hetta var ikki fyrsta árið hjá Arnbjørni sum rógvari. Hetta verður hansara fimta ár, men kortini er hann ein tann óroyndasti umborð á Havnabátinum. Teir báðir viðganga at drúgvu royndirnar hjá hinum uttan iva hava havt stóran leiklut í góðu úrslitinum í ár.
-Øll hini árini eg havi róð, hava vit altíð bonað bátin áðrenn stevnu og etið morgunmat saman. Í ár hava vit ikki ordiliga gjørt nakað sovorit. -Jú, vit báðir eru farnir í Sunset áðrenn stevnu. Men hatta við at bona bátin er mest fyri at hann skal síggja gott út. Eg veit ikki heilt hvussu nógv tað hjálpir. Tað er eitt sindur sum tað við at man ikki skal drekka mjólk, tí at tað gevur so nógva mjólkasýru.
Tó, áðrenn Ólavsøkuna í ár, er bæði Havnabáturin bonaður og morgunmatur á borðinum til manningina. Tí Arnbjørn og Rúni halda róðurin á Ólavsøku vera tann týdningarmiklasta.
-Vit fara at ganga við tveimum medaljum um hálsin. Tað er tað vit hava vant upp í móti!
Eru tit so klárir til í morgin?
Ja, eg havi keypt tveir kassar og eina fløsku.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |