Robin Williams er deyður

Robin Williams er deyður
Nógv virdi og høgt elskaði sjónleikarin og skemtarin Robin Williams er deyður av møguligum sjálvmorði.
12.08.2014 - 00:15

Vælkendi og stuttligi amerikanski sjónleikarin Robin Williams er deyður. 

 

Hann gjørdist 63 ára gamal.

 

Hann varð funnin deyður mánakvøldið 11. august. Sambært myndugleikunum er deyðorsøkin allarhelst sjálvmorð, og málið verður kannað. Hann hevði havt tunglyndi í longri tíð.

 

Robin var kendur fyri leiklutar sínar úr m.a. Mrs. Doubtfire, Jumanji og Good Will Hunting. Eisini hevur hann lagt rødd til alskyns teknifilmar, sum til dømis Aladdin og Happy Feet. 

 

Her sæst hann í leiklutinum sum barnagentan Mrs. Doubtfire frá 1993. Eftir ætlan skuldi hann í næstum byrja at innspæla ein nýggjan film í røðini.

 

Seinasti filmur hansara verður Night at the Museum 3, sum kemur út í desembur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.