Dagdroyming: Gott ella skaðiligt?

Dagdroyming
Dagdroyming: Gott ella skaðiligt?
Vit menniskju dagdroyma 47% av tíðini, vit eru vakin. Summi vilja vera við, at dagdreymar kunnu hjálpa okkum í gerandisdegnum, onnur, at dagdroyming er skaðilig.
16.10.2014 - 11:45

Vit dagdroyma øll. Tankar um summar og sól, niðurbrótandi tankar, sum geva okkum eina skeiva sjálvsmynd ella kanska tankar, sum føra okkum burtur frá gráa týsdegnum og inn í eitt ljósareytt vikuskifti. Ja, tað kann vera so nógv, og vit kenna tað øll.

 

Nýggj kanning hjá Harvard University vísir, at vit menniskju í miðal dagdroyma 47% av tíðini, vit eru vakin. Tølini vísa harafturat, at tað er skaðiligt at dagdroyma. Tí tann tíðin vit dagdroyma, er tíðin, tá ið vit eru minst glað. Og tá ið vit lata tankarnar reika, enda vit ofta á niðurbrótandi støðum, sum gera okkum minni eydnusom, skrivar Jyllands-posten. Kanningin vísir eisini, at vit eru glaðast, tá ið vit eru í samband við onnur fólk – stødd í núinum – og minst glað, tá ið vit sita einsamøll við heimatelduna og lata tankarnar reika.

 

Hinvegin vísir heilagranskari og sálarfrøðingur Jonathan Schooler á, at dagdroyming kann menna okkara kreativitet. Jonathan Schooler hevur granskað nógv í dagdroyming og sigur m.a. eisini, at tað er ofta tann tíðin, tá ið vit kortini ikki eru so upptikin, sum fer við dagdroyming. Harumframt kunnu dagdreymar hjálpa okkum at síggja nýggjar møguleikar í gerandisdegnum og sostatt menna umstøðurnar, vit eru stødd í.

 

Danska tíðindafólkið Lone Frank, sum skrivar vísindaligar greinar fyri Weekendavisen, og sum umframt tað hevur eina ph.d. í nervalívfrøði, vísir á, júst sum Jonathan Schooler, at dagdroyming hevur nógvar fyrimunir. Men harafturímóti vísir Lone Frank eisini á, at dagdroyming kann gerast ein sjúka, um vit regluliga dagdroyma ístaðin fyri at vera saman við øðrum fólki.

 

So loysnin er ivaleyst tann klassiska: alt við máta. Dagdroyming er uttan iva við til at styrkja okkara framdrátt í gerandisdegnum, men ov nógv dagdroyming førir okkum burtur frá veruliga lívinum og inn í ein hugaheim, sum ofta kann verða niðurbrótandi. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.