Hugleiðing: Hevur tú veruliga ikki tíð til tað?

Hugleiðing: Hevur tú veruliga ikki tíð til tað?
Endiliga frí, enn ein arbeiðsdagur yvirstaðin. Børnini skulu heintast, klokkan er tveir minuttir í fimm, og tú kennir á tær hvussu sveittin byrjar at leggja seg á pannuna.
16.10.2014 - 18:00

Aftur ov sein í dag. Tú sært fyri tær tungu andlitini á pedagogunum, ið hava sitið og perlað og elt gandadeiggj saman við børnum tínum í allan dag. Tungu eygnabráini, ið eru fylt við hatri. Tú skundar tær at lata teg í og fer útum, rennur yvir til bilin, sum stendur hinumegin vegin. Tú hyggur til báðar síður - eg klári tað! Rennur yvir vegin, har bilar, við fullari ferð, fara susandi aftur og fram. Leitandi stingur tú hondina niður í taskuna, tú leitar eftir billyklunum, men freistast at halda, at teir eru horvnir. Ímillum alt óruddið í taskuni finnur tú lyklatyssið. Tú hyggur at urinum, fýra minuttur yvir fimm, sveittin hevur nú eisini lagt seg á nøsina. Hendurnar ristast. Samstundis sum tær royna at finna fram á billykilin í fylta lyklaringinum. Endiliga! Har var hann, tú letur upp bilhurðina, sessast og fer koyrandi avstað við fullari ferð.

 

Ein alarmur fer at ýla, tú hevur ikki fest trygdarbeltið, BIB, BIB, BIB.. ellivu minuttir yvir fimm, vísir klokkan í bilinum. Tú hoyrir eitt kent ljóð, tað er telefonin ið ringir. Tú rótar runt í taskuni, tekur tína spildurnýggju iPhone 6 upp og svarar. Tað er elsti sonur tín, hann er fimtan, spyr nær døgurðin er klárur. Sveittin er nú ikki bara á pannuni og nøsini, men hevur spjatt seg um allan kroppin. Tú ilskast, svarar at tú veitst ikki, gremur teg um, at hann einki ger til nyttu. Ert kanska eitt sinur ov ørg.

 

Endiliga sært tú barnagarðin, reyður við gulum vindeygum, tú setur bilin á tóma parkeringarplássið. Skundar tær at renna inn, og har standa pedagogarnir, ella námsfrøðingarnir, sum tær kalla seg, tungu eygnabráini eru júst tey, ið tú hevði sæð fyri tær. Fylt við hatri og møði, royna tær at kroysta eitt smíl fram, men møðin doyvur tað. Tú ilskast, hví kunnu tær ikki vera eitt sindur blíðar? Tær siga tær, enn einaferð, at barnagarðurin stongir klokkan fimm, og at børnini tískil skulu avheintast áðrenn. Hetta ger teg óða, sum um at tú ikki veitst tað. Tú roynir at fjala títt strongda sinn við einum heldur yvasamum smíli, tekur í hondina á barninum og síðani fara tit hond í hond avstað.

 

Telefonin ringir aftur, hesaferð er tað dóttur tín, miðlingurin. Hon spyr sama spurning, nær døgurðin verður liðugur. Tú ilskast, sigur eisini henni eina áminningarprædiku um, at hon átti at hjálpt meiri til við hús.

 

Endiliga var ringasta marran av, barnagarðurin, nú skal døgurðin keypast inn. Tú dregur út frá barnagarðinum, út á skundmikla vegin, har tú kemur at koyra aftanfyri ein lastbil, ið koyrir tretivu. Tú verður í øðini, rópar og geylar, sum er tað verðins undirgangur.

 

Endiliga kemur tú á mál, steðgar uttanfyri handilin og fer spelandi inn. Tekur eina kurv í hondina og gongur síðani leitandi ímillum hillarnar, ið eru stappaðar við matvørum. Tú finnur fram tínar vørur, rennur síðani yvir til kassan, har er long bíðirøð. Tú verður í øðini, men roynir at fjala tínir tankar best møguligt. Tó stillar tú teg aftast í bíðirøðina, seks fólk standa frammanfyri teg, summi við fullum vogni, summi við eini rokaðari kurv. Øll síggja tey líka strongd og illfísin út, øll hava tey skund.

 

Men hvat skulu tey skunda sær til? Hava tey veruliga ikki nóg mikið av tíð, til at standa í eini bíðirøð í nakrir minuttir? Hetta er einasta løtan á degnum, har tú kanst slappa av, hugsa um okkurt annað, hetta átti at verið tær ein lætti. At fáa frið eina løtu, at sleppa frá at hugsa um umheimin í bara fimm minuttir. Hví er tað ikki nakað, ið tú gleðist yvir? Hevur tú veruliga ikki tíð til tað?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.