- Við KRIS fekk eg fótafestið

- Við KRIS fekk eg fótafestið
At verða útsettur fyri kynsligum ágangi er sera svárt. Tað krevur dirvi og áræði at liva við eini slíkari støðu. Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir er ein teirra, men við hjálp frá KRIS, er hon ein "yvirlivari".
25.10.2014 - 15:30

Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir varð útsett fyri kynsligum ágangi, tá ið hon var barn. Hetta hevur merkt Guðrun sera nógv. Tó so er tað ikki nakað, sum sæst á tí vanligu lívsglaðu Guðrun. Ein av orsøkunum er, at Guðrun hevur fingið sera góða hjálp frá KRIS og dyggan stuðul frá familju, sjeiki og trúføstum vinfólki. Guðrun er ein “yvirlivari”.

 

KRIS hevur stóran týdning

Guðrun situr í nevndini í KRIS og hennara partur liggur sanniliga ikki eftir. Hon er sera virkin og leggur alla orku í arbeiðið hjá KRIS. Umframt hennara sjálvbodna arbeiði, fær Guðrun sera góða hjálp frá felagsskapinum. Guðrun gongur í sjálvhjálparbólki saman við seks øðrum gentum, ið allar eru nøkulunda javngamlar.

 

- Vit hava eitt sermerkt vinarband, tí vit møttust allar gjøgnum KRIS. Í sjálvhjálparbólkinum kunnu vit snakka um alt, bæði um kynsligan ágang og um okkara vanliga dagligdag. Hesar vinkonurnar, sum eg havi fingið í sjálvhjálparbólkinum, hava verið við til at givið mær svar og hjálp til trupulleikar. At hoyra teirra søgur, er eisini við til at hjálpa mær víðari í lívinum. At møtast gjøgnum eitt slíkt høpi kann BARA vera serligt. Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri okkum.

 

KRIS hjálpir mær at koma víðari

- KRIS hevur hjálpt mær við at finna fótafesti og ró í lívinum. Eisini at finna meg sjálva og góðtaka at liva við tí byrðu, sum eg ikki sjálv kann gera nakað við. At eg sum barn varð útsett fyri kynsligum ágangi, havi eg ikki sjálv valt.

 

Guðrun heldur tað vera týdningarmikið at savna seg um tað positiva í øllum ræðuleikanum. Tú mást gera tær greitt, hvussu tú kanst brúka hetta víðari í lívinum, heldur Guðrun.

 

Eg má fokusera upp á tað positiva í hesum ræðuleikanum og spyrja meg sjálva: “Hvussu kann eg brúka hetta frameftir í lívinum?” Eg má siga, at eg havi lært ótrúliga nógv av lívinum. Hevði eg ikki verðið útsett fyri kynsligum ágangi, so hevði eg ivaleyst ikki verið sami persónurin, sum eg eri í dag. Eg havi upplivað pínuna og ræðuleikan á egnan kropp.

 

Ávirkan í gerandisdegnum

Av leiðingarnar av at Guðrun varð kynsliga misbrúkt sum barn, hava ikki eins stóra ávirkan á gerandisdagin í dag, sum tá ið hon var tannáringur. Tá var tað munandi verri hjá henni. Guðrun hevur brúkt fleiri ár at fóta sær aftur, har hon bæði hevur fingið ró og lívsinnihald í lívið.

 

- Eg havi lært meg at liva við tí, sum eg havi verið útsett fyri – og ikki í tí. Finnur tú útav at liva við tí heldur enn í tí, so ert tú komin eitt langt stig á leiðini.

 

Guðrun vil fegin hjálpa øðrum, sum eru í somu støðu sum hon sjálv. Hóast Guðrun ikki ynskir, at fleiri enda í teirri somu støðu, so er hon glað við at fáa møguleikan at møta og hjálpa øðrum, sum eisini hava verið útsett fyri kynsligum ágangi.

 

Lívið broyttist

Eftir at Guðrun kom í viðgerð í KRIS, fekk hon tað nógv betri upp á allar mátar.

 

- Mítt lív broyttist 180 stig, tá ið eg kom í viðgerð í KRIS.

 

Guðrun hevur tó niðurtúrar viðhvørt, men teir eru nógv færri nú. Hetta kemst serliga av teirri stóru hjálpini og stuðlinum, ið hon hevur fingið frá familjuni, vinunum og ikki minst øllum í KRIS.

 

Um KRIS ikki varð partur av myndini

Guðrun dugir ikki at siga, hvar hon hevði verið í dag, um KRIS ikki hevði verið ein partur av myndini.

 

- Eg veit ikki, hvar eg hevði verið. Møguliga á psykiatriskari deild. So kunnu politikkararnir hugsa um tað!

 

Hóast nógv hevur gingið Guðrun ímóti, bæði tá ið sjeikurin doyði í arbeiðsvanlukku fyrr í ár og tað, at hon hevur verið útsett fyri kynsligum ágangi, so er Guðrun komin á føtur aftur Tað er .familjuni, KRIS og trúføstum vinfólki at takka, at hon hevur tað somikið gott í dag. Uttan teirra stuðul hevði hon als ikki havt tað so gott, sum hon hevur tað í dag.

 

- KRIS hevur uttan iva givið mær møguleikan til eitt betri lív. Eg kann við 100% vissu siga, at uttan hjálp frá KRIS, hevði eg ikki megnað at tikið miðnámsútbúgvingina, sum eg eri í holt við í dag. Vónandi standi eg við húgvu á høvdinum í summar. Tá vil eg senda eina serliga tøkk til KRIS, mína familju, mín saknaða sjeik og míni áhaldandi vinfólk fyri dyggan stuðul.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.