Ung skulu læra at fáa børn

Ung skulu læra at fáa børn
Fyribyrging er týdningarmikil, um vit ikki skulu gerast við barn alt ov ung og samstundis fyribyrgja kynssjúkum. Men myndin er vend á høvdið. Nú skulu ung læra at gerast við barn - áðrenn tað er ov seint.
27.10.2014 - 22:45

Seksualundirvísingin skal ikki longur einans snúgva seg um fyribyrging og hvussu umgongst at gerast við barn – hon skal eisini snúgva seg um, hvussu tú gerst við barn. Tað er týdningarmikið at vita, hvønn týdning og ávirkan aldurin hevur fyri at gerast við barn. Tú heldur kanska, at steðgar tú at brúka fyribyrging, so verður tú uttan iva við barn. Men so er ikki – í øllum førum ikki, um tú ert vorðin ov gomul.

 

Tað eru alsamt fleiri, ið hava trupulleikar at fáa børn, tí tey gerast ov gomul. Tí hevur felagið Sex & Samfund gjørt nýtt undirvísingartilfar til framhaldsdeildina og miðnámsskúlarnar,  sum hevur til endamáls at upplýsa, hvussu og nær tú eigur at gerast við barn. Sex & Samfund hevur í seinastuni lagt upp til at skapa kjak um júst hetta evnið.

 

Kanningar vísa, at fruktbæri hjá kvinnum er hægst, tá ið tú ert 20 ár. Tá eru líkindini 34%, at tú verður við barn, um tú hevur sex og ikki brúkar fyribyrging. Tá tú ert 30 ár, eru líkindini minkað í helvt niður í 17%. Og 10 ár seinni, tá ið tú ert 40 ár, eru líkindi at fáa børn bara 6%. 

 

Halda okkum vera so ung

Tað er kanska ikki undarligt, at konurnar í dag verða eldri og eldri, tá ið tær eiga fyrsta barnið. Orsøkirnar eru fleiri, halda læknar á ríkissjúkrahúsinum. “30’ini eru tey nýggju 20’ini” er tað nýggja rákið. Hóast rákið sigur, at 30’ini eru tey nýggju 20’ini, so klárar lívfrøðin ikki at fylgja við – kvinnan er enn best egnað at gerast við barn sum 20 ára gomul. Og tað broytist ikki í bræði!

 

Tað er kortini trupult at gerast við barn fyrst í 20’unum í dagsins samfelag, tá ið tú bæði skalt út at ferðast, arbeiða og taka eina universitetsútbúgving, áðrenn tú fert í holt við at fáa tær børn. Tískil heldur Sex & Samfund, at tað hevði verið skilagott at politikkarar og samfelagið sum heild settu hol á hendan trupulleikan.

 

Burðartíttleiki lækkar

Burðartíttleikin í Danmark er lækkaður ómetaliga nógv seinastu árini. Burðartíttleikin, sum merkir, hvussu nógv børn ein kvinna í miðal føðir, var í 1970 1,95 barn. Í 2013 lækkaði burðartíttleikin niður í 1,67 barn. Í Føroyum er tølini somuleiðis lækkað. Burðartíttleikin í 1970 og 2013 vóru ávikavist 3,4 og 2,5 børn. Sostatt er fallið í Føroyum ómetaliga stórt.

 

Hetta fær fleiri at øtast við, tí í demografi’ini sær tað als ikki gott. Fallandi burðartíttleikin merkir, at fólkatalið stendur í stað ella í ringasta føri lækkar. Samstundis hækkar livialdurin mestsum ár fyri ár. Tað merkir, at tað vera fleiri og fleiri gomul fólk, men færri og færri ung fólk í samfelagnum.

 

Vánaligt fruktbæri verður til fólkasjúku

Sex heima í dupultsongini er enn vanligasti mátin, har donsk (og sikkurt eisini føroysk) børn verða skapað. Men hagtøl í Danmark vísa, at 11. hvørt barn, sum verður føtt, er kunstiga gitið. Kvinnurnar eru vorðnar somikið gamlar, og tí hava tær verið noyddar at leita sær hjálp hjá lækna. Danskir læknar meta, at talan sostatt er um eina fólkasjúku, tí trupulleikin er vorðin so stórur.

 

Loysin til hendan vaksandi trupulleika er at upplýsa tey ungu um, hvussu týdningarmikið tað er at gerast við barn, áðrenn tað er ov seint. Og so mugu dreingirnir eisini koma í gongd, hóast urið ikki tikkar líka skjótt fyri teirra sáðkyknur, sum tað tikkar fyri eggunum hjá kvinnunum, siga læknarnir.

 

 

Í Danmark er miðalaldurin á kvinnum, tá ið tær eiga fyrsta barnið, 29 ár. Í dag eiga føroyskar kvinnur flest børn, tá ið tær eru 30-34 ár. Í 1970 áttu føroysku kvinnurnar nógv flest børn, tá ið tær vóru millum 20-24 ár.

 

Gongdin í Føroyum líkist nógv teirri donsku, og tí er spurningurin, um føroysku myndugleikarnir eisini áttu at sett hetta evnið á dagsskrá?

 

Kelda: dr.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.