Soleiðis sær kvinnukroppurin út

Soleiðis sær kvinnukroppurin út
Kvinnur gera uppreistur ímóti vakurleikaidealunum og vísa, hvussu vanligi kvinnukroppurin veruliga sær út.
17.11.2014 - 11:00

Mótamyndatakarin, Søren Rønholt, hevur júst útgivið bókina: The Nordic Book, har 50 norðurlendskar kvinnur vísa seg uttan klæðir. Hetta skrivar Jyllands-posten.

 

Tann dagin, bókin varð givin út, gekk myndamaðurin runt millum fólkini, ið vóru komin til tiltakið, fyri at hoyra reaktiónirnar um bókina. Og tær vóru sera blandaðar.

 

- Nógv hildu, at tað var stuttligt og gott at síggja heilt vanligar kvinnur uttan klæðir. Men nógvar ungar kvinnur hildu, at myndirnar vóru beinleiðis andstyggiligar. Hetta vísir, hvussu fremmandgjørd vit eru blivin fyri nátúrliga kvinnukroppinum, og hetta er serliga galdandi fyri tey ungu, sigur Søren Rønholt.

 

Ein onnur bók, sum eisini hevur fingið nógva umtalu í samband við omanfyrinevnda evnið, er bókin: Usminket. Myndatakararnir Morten Fauerby og David Bering hava tikið myndir av 60 kendum donskum kvinnum uttan sminku. Hetta hevur til endamáls – júst sum The Nordic Book – at vísa nátúrligu kvinnuna og sostatt bróta ta fullkomnu ímyndina, vit vanliga hava av kvinnukroppinum, skrivar DR.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.