- Tíðindi, mentan og ítróttur
UMMÆLI: Ein dagføring átti at verið dagførd
Tað er einki galið við at biðja um hjálp. Tvørturímóti er tað ein dygd at viðurkenna, at ein vøra verður betri, um fleiri hjúkla um hana. Hesi ráð átti Hanus Samró at tikið til sín.
Føroyskar skaldsøgur, ið venda sær til ung, eru mangulvørur í Føroyum. Tað er frálíkt at ungdómsskaldssøgur verða skrivaðar. At ein ungdómsskaldsøga viðger ungdómsevnir merkir kortini ikki, at skaldsøgan verður góð – hon skal eisini verða væl skrivað og væl gjøgnumarbeidd. Tað er hendan ikki.
Bókin fær 2 av 6 møguligum R’um.
Facebook, sex og girnd
Ein dagføring snýr seg um Benjamin, sum bæði fer á Voxbotn og G! festivalin. Bókin viðger fleiri viðkomandi evni so sum sosialu miðlarnar, sex, girnd og ungdóm.
Serliga er tað Facebook, ið hevur stóran týdning fyri tey ungu: “í dag føldi hann, hvussu fingrasnipparnir trýstu bókstavarnar, ið góvu honum gleði og innihald: F-A-C-E-B-O-O-K-.-C-O-M E-N-T-E-R”. Men sosialu miðlarnir hava kortini sínar vansar. Tað er skjótt og lætt at uploada bæði myndir og sjónbandabrot á Facebook og sostatt útheingja fólk.
Bókin viðger eisini sex og girnd. Taparin, sum ikki klárar at skora eina gentu – og tá ið tað einaferð eydnast, so megnar hann ikki at fáa standing.
Ov nógvar stavivillur
Tað er harmiligt, at Hanus ikki hevur havt eitt forlag aftan fyri seg, ið hevði kunnað ritstjórnað og rættlisið bókina.
Bókin er merkt av sera nógvum stavivillum. Tað hevði verið eitt gott hugskot at fingið onkran at rættlisið bókina og harvið ruddað út býttar stavivillur/tastvillur og bendingarvillur, so sum “tennirnar”, “við síðurna av”, “arbeðir” og “teir skuldi”. Orsakað av hesum fekk eg eina kenslu av, at eg mátti lesa bókina við øðrum brillum, sum um eg var rættlesari heldur enn “njótari.”
Nógv útlendsk orð eru blivin partur av gerandismálinum hjá teimum ungu í dag. Hetta kemst serliga av sosialu miðlunum so sum Facebook. “Hanky panky”, “nú mugu tit joina” og “hetta var in real life” er sera vanligt málbrúk millum ung, og tað sæst eisini aftur í bókini. Ungdómsmálið er útmerkað og ger bókina lætt lesiliga hjá teimum ungu.
Nøgd tryggjar ikki dygd
Bókin, sum er 285 blaðsíður, er eftir mínum tykki sera langdrigin. Hon skuldi verðið stytt munandi - kanska til eina stuttsøgu.
Nógvar lýsingar eru alt ov drúgvar og eisini ótespiligar. Ein kapittul snýr seg t.d. um, tá Benjamin hevur timburmenn, og spýggið verður lýst út í æsir. Spýggj, timburmenn, vemmilig ves á festivaløkjum eru afturvendandi fyribrigdi gjøgnum alla bókina. Fleiri ung hava ivaleyst verið í somu støðu og kunnu kenna seg aftur í slíkum. Hetta er kortini ikki spennandi at lesa um, og verður tað í longdini alt ov langdrigið. Tað er júst hetta, ið er vansin við at skriva bók og ikki at hava eitt forlag aftanfyri seg, ið ritstjórnar bókina.
Eftir mínum tykki eigur ein rithøvundur at vera beinrakin við stuttum og góðum lýsingum. Ein og hvør kann lýsa spýggj á 2,5 síður! Rithøvundurin eigur tó at duga at lýsa somu hending á nøkrum fáum reglum og enn geva lesaranum eina samkennandi kenslu. Hetta megnar Hanus ikki í sínum skaldskapi. Tær drúgvu lýsingarnar máa støðið undan øllum spenningi.
Endar í leysari luft
Bókin endar við, at Benjamin kemur heim eftir at hava sitið rúsin av í brummuni í Klaksvík. Heimkomin setur hann seg á Facebook og finnur manifestið hjá Breivik fram, tí “hann vildi sleppa inn í høvdið á størsta brotsmanninum í norskari søgu!” Soleiðis endar bókin. Hetta hevur sum so onki við summarferiuna hjá Benjamini at gera. Tí føli eg, at bókin endar í leysari luft. Gamaní stendur, at "søgan" heldur fram, men bókin skal kortini kunna standa á egnum beinum sum sjálvstøðugt listaverk.
Sjálvspei ella sjálvfeitt?
Fleiri av størstu listafólkunum í heiminum hava tað við at plasera seg sjálv í egin listaverk. Tað veri seg Alfred Hitchcock, ið hómast sum statistur í sínum filmum, ella van Gogh, ið málar seg sjálvan. Eisini Hanus Samró nýtir hesa fintuna. Men í mun til raffineraðu plaseringarnar, so er umrøðan av Hanusi Samró í bókini afturvendandi.
Høvundurin nevnir seg sjálvan beinleiðis við navni fyrst í bókini “Tað var í hvussu so er tað, sum Hanus Samró segði, tá hann var í TEDx.” Aðru ferð stendur: “So hevði hann eisini fingið pornobókina “Hans Jensen”, sum løgtingsmaðurin hevði skrivað um seg sjálvan.” Og triðju ferð hann sipar til seg sjálvan er, tá ein vinstrahallin genta sigur: “Hon hevði valt ungan og evnaríkan politakara, men hann hevði ikki gjørt annað enn at vent henni og ungdóminum bakið.”
Umframt hesar útsagnir endurgevur høvundurin fleiri ferðir atfinningar móti sitandi samgongu, sum Hanus sjálvur er partur av. Ja, hetta er ironiskt, men afturvendandi tilsipingarnar tykjast “cheesy” og sjálvfeitar í longdini.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |