2014 bleiv tað heitasta árið nakrantíð

2014 bleiv tað heitasta árið nakrantíð
Tveir amerikanskir stovnar siga, at 10 tey heitastu árini, sum nakrantíð eru máld, hava verið síðan ár 2000.
18.01.2015 - 14:00

2014 er heitasta árið, sum nakrantíð er mált á jørðini, skriva amerikansku rúmdarstóvnarnir NASA og NOAA í eini frágreiðing.

Í frágreiðingini stendur eisini, at 10 tey heitastu árini hava verið síðan 2000, tó er 1998 undantikið, sum er eitt av teimum heitastu árunum. Hetta skrivar DR.

 

Síðan 1880, tá ið mátingarnar byrjaðu, er yvirflatuhitin á jørðini øktur við 0,8 gradum celsius. Hetta kemur av øktum útláti av koltvísúrni og øðrum veðurlagsgassi.

 

Sæmbart NASA og NOAA er økti hitin spjaddur yvir allan knøttin. Um hitin framvegis fer at økjast, kann hetta fáa stórar og álvarsamar avleiðingar.

 

Seinni í ár verður ein veðurlagsfundur í París (COP21), har miðað verður ímóti at fáa eina nýggja avtalu í lag, sum kann steðga altjóða upphitingini.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.