Vippuserum, fupp ella frelsa?

Vippuserum, fupp ella frelsa?
Rigga tey væl umtóktu serum til vippur, og eru eingir vansar við at brúka tey? Hetta setti eg mær fyri at kanna, áðrenn eg sjálv royndi væl umtókta vippuserumið, M2 Lashes.
19.01.2015 - 09:30

Skrivað hevur: Rakul J. Tróndheim

 

Tað eru helst nógv, ið ynskja sær langar Disney-eygnavippur à la Bambi, men hava góðtikið lagnunnar hjartaloysi og brúka maskaru til at eftirlíkna vippurnar, ið Kim Kardashian og hennara javnlíkar stoltar breggja sær av á reyða leyparanum. Tó er ein møgulig loysn komin.

 

Upprunin til vippuserum

Vippuserum sóu dagsins ljós eftir at lagt varð til merkis, at nakrir eygnadropar av merkinum, Latisse, ið blivu brúktir til at viðgera grønstar, ávirkaðu eygnavippurnar hjá brúkarunum. Tað vísti seg at vera eitt sytentiskt prostaglandin, ið kallast bimatoprost, sum var orsøkin til broytingarnar. 

 

Bimatoprost bleiv stutt eftir brúkt kosmetiskt, men vísti seg at hava onnur óynskt hjáárin so sum farvubroytingar og irritatión. Av tí sama byrjaði mann at nýta mildari evnir við somu fyrimunum sum bimatoprost, men sum høvdu færri hjáárin. Vippuserum, ið fáast í okkara parti av heiminum í dag, eru tí vanliga av einum mildari slagi enn tey, ið fyrst komu út á marknaðin.

 

Mínar royndir

Eg valdi at royna M2, ið hevði bestu ummælini. Tó var prísurin eisini hareftir, nevnliga heilar 990 kr. í Magasin í Keypmannahavn, sum heilt víst er í so nógv, tá tú livir av SU. Tíbetur verður ógvuliga lítið brúkt hvørja ferð. Higartil hevur tað vart í fýra mánaðir og er enn ikki tómt. 

 

At brúka serumið er sera einfalt, tú skalt einans smyrja eitt tunt lag á vippukantin hvørt kvøld, restin hendir av sær sjálvum. Tríggir mánaðir kunnu ganga, áðrenn endaliga úrslitið sæst. Eg helt meg satt at siga einki síggja í langa tíð, men brádliga komu nýggj eygnahár, og vippurnar blivu tjúkri og longri. 

 

Endaliga úrslitið

Í dag er týðiligur munur á, og eg fái ikki brúkt somu maskaru, sum eg plagdi, tí hon passar ikki til vippurnar, sum eg havi nú. Eg havi ikki merkt nøkur hjáárin annað enn, at tað svíður eitt sindur, tá eg smyrji tað á. Eg eri sjálv væl nøgd og kann tí staðfesta at vippuserum riggar. Um úrslitið er 990 kr. vert, sleppa tit at meta um.
 

Fyrsta myndin er tikin sama dagin eg keypti serumið. Næsta er tikin tríggjar mánaðir seinni, og triðja myndin er tikin fýra mánaðir seinni, har eg eisini havi litað tær myrkari. Allar eru uttan maskaru.

 

M2 Lashes fæst til keyps á: http://www.magasin.dk/m2lashes-eyelash-activating-serum/VA02671784-00000001_061.html

 

Keldur:
http://www.fagbladetkosmetik.dk/filer/lige_paa_vippen.pdf
https://www.futurederm.com/2011/09/20/what-is-the-best-eyelash-growth-serum/

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.