Tónleikur út um landoddarnar

- Ja, vit halda fram við Ólavi Riddararós
Tónleikur út um landoddarnar
Landsorkestrið er mannað við fleiri ungum og evnaríkum tónleikarum. Í vikuni fer Landsorkestrið á konsertferð til Kekkia
20.01.2015 - 22:45

Tónarnir sveima í luftini, og eg kundi bara hugsað mær at sett meg niður í djúpu reyðu stólarnar í Norðurlandahúsinum.

 

- Nei, nei, nei, rópar ein rødd so. Tað er sjálvsagt dirigenturin, sum brýtur orkestrið av.

 

- Eg hoyri tykkum. Eg hoyri tykkum. Men eg hoyri ikki tykkum. So hússj. Og Hússj. Og tit spæla eitt sindur harðari, sigur dirigenturin við veipandi ørmum.

 

Tað eru trombonirnar, fagottin og klarinettirnar, sum køva ljóðið frá saxofonunum og tvørfloytunum. Trombonirnar mugu spæla spakuligari og tvørfloyturnar harðari.

 

Landsorkestrið hjá Musikkskúlanum venur óført til konsert í kvøld og til uttanlandsferð seinni í vikuni. Navnframi dirigenturin hjá landsorkestrinum, Bernharður Wilkinson, ið eisini er dirigentur hjá Symfoniorkestrinum, setur orkestrið í gongd aftur.

 

- Ja, vit halda fram við Ólavi Riddararós. Og nú spæla tit eitt sindur harðari, sigur dirigenturin og peikar eftir saxofonunum og tvørfloytunum, sum spældu ov spakuliga beint áðrenn.

 

Orkestrið byrjar av nýggjum, og aftur kundi eg hugsað mær at sett meg niður í djúpu reyðu stólarnar og droymt meg burtur í álvaheimin eins og Ólavur Riddararós.

 

 

Nótarnir skulu sorterast, áðrenn konsertin byrjar

 

 

Út um landoddarnar

Landsorkestrið hevur seinastu dagarnar vant dúgliga til uttanlandsferð til Kekkia, sum byrjar í morgin, mikudagin. Landsorkestrið skal bæði spæla konsertir í Kekkia og í Týsklandi. Hetta ljóðar kanska stuttligt og hugnaligt, men tað er eisini strævið og krevur nógva venjing og fyrireiking.

 

- Summi halda, at tað bara er hygg at fara uttanlandsferðir við landsorkestrinum. Men tað er bara ikki veruleikin. Tað er satt at siga rættiliga strævið, tí vit spæla fleiri konsertir og stundum tvær sama dag, sigur Sunneva Gaardlykke, ið spælir slagverk.

 

Slagverk ljóðar kanska óítøkiligt fyri tónleikaidiotar. Slagverk umfatar, sum orðið sigur, øll ljóðføri, sum mann kann sláa á t.d. trummur, triangul og marimba. Slagverkararnir, sum eru fýra í tali, eru helst mest nervøsir fyri konsertunum. 

 

- Vit taka ikki okkara egna slagverk við, men læna frá teimum í Kekkia. Av tí sama vita vit ikki heilt, hvat vit kunnu vænta at fáa at spæla uppá. Vit hava sent ein lista til Kekkia við øllum ljóðførunum á, men tey hava ikki, sum vit skulu brúka. Sostatt er tað tíverri sumt, sum vit ikki kunnu spæla. 

 

 

Slagverk umfatar fleiri ljóðfør m.a. paukir og cabasa

 

 

Nýggjar avbjóðingar

Umframt at Landsorkestrið skal spæla konsertir í fremmandum londum fyri ókendum lurtarum, so skal Landsorkestrið eisini spæla eina konsert við lokalum orkestri.

Landsorkestrið skal spæla tríggjar konsertir í Kekkia. Tvær skúlakonsertir verða í Prag, og ein konsert verður í Liberec, har tey skulu spæla saman við øðrum musikkskúlanæmingum úr Liberec. Tann seinasta konsertin verður spæld í eini sølumiðstøð í suður Týsklandi.

 

Tónleikararnir eru sera spentir til konsertirnar. Tað er serliga avbjóðandi, men eisini spennandi, at spæla við einum nýggjum orkestri, sum mann ikki hevur spælt saman við áður.

 

- Vit vita onki um orkestrið sum so. Tað verður kortini spennandi at hoyra og síggja, hvørjum støði tey eru á. Og so er tað altíð stuttligt at spæla saman við øðrum, sum mann ikki spælir við til dagligt. Tað fer sikkurt at rigga væl, sigur Maibrit Andreasen, ið spælir trombon.  

 

Trombonirnar spæla ov hart

 

 

Landsorkestrið er undir Musikkskúlanum. Tískil eru tað bara musikkskúlanæmingar og lærarar á Musikkskúlanum, sum sleppa við í orkestrið. Talið sveiggjar millum 50-60 fólk í orkestrinum. Teir flestu tónleikararnir í orkestrinum eru millum 15-23 ára gamlir. Hóast musikklærararnir eru nakað eldri, so sleppa teir kortini at vera við.

 

Tú kanst fylgja við ferðini hjá Landsorkestrinum her.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.