Føroyskur tónleikur á veg

Føroyskur tónleikur á veg
Nógvar nýggjar føroyskar tónleikaútgávur eru á veg í handlarnar
26.02.2015 - 01:30

Seinastu tíðina hava og komandi tíðina geva fleiri føroyskir tónleikarir út nýtt tilfar. Röddin hevur gjørt eitt yvirlit yvir nakrar av komandi útgávunum innan føroyskan tónleik.

 

 

 

 

 

 

HULDA – HULDAsound

 

20. februar gav HULDA út sína fyrstu útgávu digitalt. HULDA er nýggjasta tónleikanavnið innan føroyskan elektroniskan tónleik. Útgávan kemur út sum fløga í handlarnar 3. mars.

 

Við sær á fløguni hevur Rannvá Helenudóttir millum annað Allan Tausen, Guðrið Hansdóttir og Dan Helga í Gong.

 

7. mars verður stór útgávukonsert í Reinsarínum, har HULDA hevur diskaran Hús og Gretu Svabo Bech við sum gestaframførarar.

 

 

Marius Ziska – Home/Heim

 

Bólkurin Marius Ziska hevur leygardagin 28. februar útgávukonsert í Norðurlandahúsinum.

Nýggja útgávan Home/Heim hevur verið ávegis í tvey ár, so á fløguni verður bæði okkurt nýtt og gamalt at hoyra. Útgávan fæst bæði sum LP og CD.

 

Teir, sum manna bólkin Marius Ziska, verða Hans Marius Ziska, Mikael Blak, Allan Tausen, Heðin Ziska Davidsen, Brandur Jacobsen, Sakaris E. Joensen og Magnus Johannesen.

 

 

Eivør – Bridges

 

Fríggjadagin 27. februar gevur Eivør út sína 10. útgávu. Fløgan inniheldur níggju nýggjar sangir. Fløgan verður at fáa bæði sum vinyl og CD.

 

Útgávutiltak verður í Tutl fríggjadagin kl. 16 og kl. 17, har Eivør kemur at spæla nøkur løg.

 

 

Guðrið Hansdóttir 

 

Eisini gevur Guðrið Hansdóttir út nýggja útgávu 27. februar. Guðrið gevur eina 7" vinyl plátu út. Á plátuni eru tvey nýggj løg og við sær á henni, hevur hon Mikael Blak, Benjamin Petersen og Per I. Højgaard Petersen. 

 

Eisini verður plátan givin út í Týsklandi, og í samband við hetta fer Guðrið Hansdóttir á konsertferð í Týsklandi í næstu viku. Áðrenn hon rýmir úr Føroyum, er møgugleiki at hoyra Guðrið Hansdóttir og ogna sær eitt eintak av nýggju plátuni í Reinsarínum 27. februar, har hon hevur konsert saman við íslendska Svavar Knútur. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.