Vís mær títt lestrarlív – Súsanna Jógvansdóttir Christiansen, Ísrael

Vís mær títt lestrarlív – Súsanna Jógvansdóttir Christiansen, Ísrael
Hesin nýggi tátturin gongur út upp á at vísa, hvussu ymisk lestrarlív síggja út
04.03.2015 - 09:00

Röddin fer næstu tíðina at seta fokus á lestrarlívið, nú tíðin nærkast, har freistirnar til at søkja inn á skúlar eru av. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.

 

Hesin tátturin kemur at snúgva seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.

 

 

Súsanna Jógvansdóttir Christiansen – Tel Aviv, Ísrael

 

Súsanna við Gaza í bakgrundini
 

Persónurin, sum vísir okkum sítt lestrarlív hesa ferð, er 28 ára gamla Súsanna Jógvansdóttir Christiansen, sum fyri fáum døgum síðani bleiv liðug við sína útbúgving í Tel Aviv í Ísrael.

 

Súsanna hevur lisið master í Stjørnmálafrøði við serligum denti á trygd og diplomati (Ma. Political Science of Security and Diplomacy). Súsanna hevur lisið á Tel Aviv University, sum liggur í Tel Aviv í Ísrael.

 

Les meira um Tel Aviv University her.

 

3 ráð frá Súsonnu

  1. Minst til at kanna freistina at søkja inn, tí tú skalt møgugliga taka eina TOEFL roynd (Test of English as a Foreign Language)
  2. Súsanna viðmælir ikki, at mann býr á Campus, men um mann vil tað, so skal mann søkja í góðari tíð
  3. Súsanna hevði, áðrenn hon fór til Ísrael, lisið fýra ár í Skotlandi og tá brúkt síni SU klipp til útlandið, sum er fýra ár. Tískil fekk hon ikki mánaðarligt SU útgjald í Ísrael. Tó fekk hon mánaðarligt útgjald frá føroyska Studna, sum er eitt sindur minni enn SU. Súsanna mátti tí eisini taka lán, men tað var upplivingina vert.

 

Röddin hevur biðið tey lesandi um at taka myndir av nøkrum ávísum støðum: flokksstovuni/bókasavninum/undirvísingarhøli, kantinuni, skúlanum, og hvar mann býr.

 

Bókasavnið

 

 

 

Kantinan

 

Kantinan á universitetinum í Tel Aviv, Ísrael

 

 

Sitipláss uttanfyri kantinuna

 

 

Skúlin

 

Bygningurin har Súsanna fyri tað mesta gekk til undirvísing

 

 

Súsanna uttanfyri høvuðsinngongina til Campus

 

 

Heima

 

Ein mynd frá terassuni hjá Súsonnu

 

Röddin ynskir Súsonnu hjartaliga til lukku við útbúgvingini og alt tað besta framyvir.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.