- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annika Malunardóttir við sínum fyrsta staklagi

15 ára gamla Annika Malunardóttir hevur júst givið staklagið "Life" út, sum hon sjálv eigur orð og lag til. Annika sigur, at tað kennist fantastiskt at útgeva sítt egna lag, og at hon altíð ætlar sær at spæla tónleik.

- Tað kennist heilt fantastiskt, óveruligt og onkursvegna bara rætt. Tónleikurin hevur, líka síðani eg var lítil, verið ein ótrúliga stórur partur av mær, og tað hevur altíð verið sjálvsagt, at sama hvat eg ætli mær at gera í lívinum, so skal eg eisini spæla tónleik. Men samstundis er tað ein rættiliga løgin kensla, og tað, at fara frá at sita og spæla gittara og syngja í kamarinum til brádliga at hoyra meg sjálva í útvarpinum, kann tykjast eitt sindur ræðandi, og tað kann vera ringt ikki at vera kritisk og av og á at hugsa: “Er tað nú gott?”

Aldurin hevur einki at siga

- Aldurin hugsi eg ikki nakað serligt um, og eg eri vís í, at kenslurnar høvdu verið tær somu, var eg eitt sindur eldri. Bara tað, at sleppa at gera tað eg elski, er ein góð kensla, og tað hevði tað verið, óansæð hvussu gomul eg var.

Væl móttikið

Annika sigur, at lagið er blivið ótrúliga væl móttikið. Hon skrivaði lagið "Life" saman við pápanum í 2012, og tað bleiv tikið upp í Ning í Havn og StudioMike í Klaksvík í 2014 og 15.

- Eg eri so heppin og sera takksom fyri at hava fólk, ið stuðla mær so væl í tí, eg geri, og eg hevði satt at siga ikki kunnað ynskt mær eina betri móttøku av lagnum.

Einki ávíst á skránni

Annika ætlar sær ikki at gevast við tónleikinum. í løtuni er einki ávíst á skránni, men hon elskar at syngja og spæla tónleik. Hon ætlar sær, sum hon sjálv sigur, at taka tað sum tað kemur og við sínum egna tempoði.

Röddin ynskir Anniku Malunardóttir góða eydnu.

Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |