- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klumman: Konufólka WC
Tað er tað sama. Pinnastilt. Eg siti ímillum tveir høgar, hvítar og sterilar veggir. Beint framman fyri mær er ein tunn hurð, sum hvørki røkkur upp undir loft ella niður á gólv. Tað dámar mær faktiskt ordiliga væl, tí eg eri stutt sagt altíð bangin fyri at verða stongd inni. Á gólvinum er eitt sindur av vesipappíri, sjálvt um vaskikonan akkurát hevur verið inni og vaskað. Tað luktar av sápu – og øllum møguligum øðrum.
Á vegginum hongur eitt skelti, sum vísir, at tá ið tú ert liðug at turka tær, ja, so skalt tú koyra vesipappírið í vesikummuna og IKKI í skrellispannina. Vit eru jú í norðara partinum av Evropa.
Eg vil ordiliga illa at pissa, og tað fornemmi eg eisini, at kvinnurnar á vesunum við síðuna av vilja. Men eg hoyri einki. Pinnastilt. Av og á hoyri eg nøkur fitt og hampilig drypp. Drypp, drypp, drypp. Men sjálvandi eingin strála. Nei, nei, nei! Á vesinum hoyri eg bara pent piss. Eg royni eisini sjálv at halda mær, soleiðis at pissið kemur út so bleytt, ljóðleyst og deiligt sum gjørligt.
Tað er eitt ella annað við vinklinum ella frástøðuni ímillum rumpuna og vatnið í vesikummuni – og sjálvandi eisini aðrir faktorar – ið avgera, hvussu ljóðleyst pissið verður. Eg havi ikki ordiliga funnið útav triksinum enn, men klassikarin er og verður altíð at koyra fult av vesipappír í, so verður fyrsti parturin av pissingini púra ljóðleysur.
Við síðuna av hoyri eg av og á, at hon snýsir sær og so eitt lítið, fitt plask ímeðan. Á vesinum hinumegin hoyri eg, at vesipappírið verður skrikt eitt sindur harðliga. Og á einum vesi, sum er nokk so langt yvir ímóti høgru, hoyri eg, at ein kvinna við jøvnum millumbilum bæði harkar og hostar.
Men eingin strála og so avgjørt eingin kukkur.
Eftir at eg havi hildið mær eina løtu og roynt at lirka pissið út, fer fønarin ígongd, sum mann turkar hendurnar við, og tá taki eg kjansin og sleppi restina av pissinum, júst sum konan við síðuna av.
Eg veit ikki ordiliga hví, men eg hopi, at tað bara eri eg, sum hoyri tað.
Tá ið eg havi skolað niður, fari eg út. Eg fari yvir til vaskið og royni fyrst at finna útav, um eg skal trýsta á nakað fyri at fáa sápu, ella um hon kemur út av sær sjálvum. Tað er altíð eitt sindur trikkið. Sápan kemur automatiskt út, og eitt sindur fer niður á gólvið, tá ið eg taki hondina til mín aftur. Vatnið fer eisini automatiskt úr krananum, tá ið eg koyri hondina undir kranan. Eitt sindur for heitt.
Tað eru bert tveir hondturkarar, og báðir eru upptiknir. Eg risti so eitt sindur av vatninum av hondunum, inntil ein verður tøkur. Ímeðan eg koyri hendurnar aftur og fram undir hondturkararunum, hugsi eg, um hetta nú er eitt gott hugskot. Mann hoyrir altíð, at har eru so ræðuliga nógvar bakteriur í einum slíkum turkara, men eg hugsi eisini, at eg havi verið á nógvum ymiskum vesum, har eg íherdigt havið turkað hendurnar við alskyns hondturkarum; og eg livi fínt tann dag í dag. So tað man ikki bila.
Kvinnan, sum stendur við síðuna av mær, hyggur gjølla inn í speglið og koyrir varrastift á. Hon riggar væl. Kvinnan, sum stendur við síðuna av henni, sær móð út. Hon riggar ikki so væl. Eg hyggi sjálv inn í speglið og haldi, at ljóðsið er alt for ljóst. Mann sær alt tað, sum mann bara ikki skal síggja.
Á veg út av vesinum síggi eg longu køina. Fult av ymiskum kvinnum: ymiska staðni frá, ymiska útsjónd, í ymiskum tonkum, men tær vilja allar á ves. Og tær vilja allar gera tað so ljóðleyst sum møguligt. Køin er sera long, og eg eri glað fyri, at eg ikki standi í køini longur.
Eg gangi framvið mannfólkavesinum, og har er eingin kø. Og eg undrist á – tað geri eg hvørja ferð eg eri á almennum vesum – hví ólukkan tey ikki gera tríggjar ferðir so nógv konufólkaves sum mannfólkaves.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |