Ummæli: Harðveðurs Hæddir

Ummæli: Harðveðurs Hæddir
Tann stóri kærleikin, sum endar við svartastu hevnisøku og hatri. Hava vit hoyrt søguna fyrr? Aja, men hendan bókin er ein klassikari, og her fortelji eg tær hví
28.03.2015 - 19:00

Ein søga, sum viðger egoismu, svik, gott og ónt, forbodnan kærleika og stættarmun. Emily Brontë skrivaði bókina, og kom hon út í 1847. Finnbogi Ísakson umsetti hana til føroyskt.

 

Bókin snýr seg í høvuðsheitum um váðafulla, men eisini romantiska kærleikan millum tann prúða Heathcliff og vøkru Catherine. Tey búgva úti á einsligu hæddunum í Yorkshire norðalaga í Onglandi, har tú eins og í Føroyum kanst uppliva vakra summarbláa himmalin, men eisini kolandi vetraródnina, tá tað mestsum verður óunniligt bæði úti og inni, og alt livandi mestsum skiftir ham. Harðveðurs hæddir lýsir ótrúliga væl, hvussu bundin menniskjan er at máttmiklu náttúruni – hennara friðsælu og náðiloysi.

 

Catherine má velja millum Heathcliff - tann, hon elskar - og eitt lív sum fátøk, ella Edgar -  mannin, hon ikki elskar eins høgt - og eitt lív sum rík. Hetta er ein tvístøða, tí báðar loysnir føra til ólukku óansæð, hvat hon velur. Men óttin hjá Catherine um at liva í fátækadømi, stættarmunurin í samfelagnum og teirra ridlandi sjálvsálit setir kærleikan upp á spæl.

 

 

Kendasta bókmentaparið eftir Rome & Juliet

Høvuðspersónarnir í fyrsta ættarliðnum eru Catherine og Heathcliff, sum eru kanska kendasta bókmentaparið eftir Romeo & Juliet. Kærleikin millum Catherine og Heathcliff er lýstur sum nakað heilt serstakt, ið ikki kann skiljast at; “Heathcliff er meira eg, enn eg eri sjálv. Hvørjum sálir okkara so enn eru gjørdar úr, so eru hansara og mín tann sama (…) eg eri Heathcliff," sigur Catherine í bókini.


Gomul, men kortini viðkomandi

Mann kann spyrja, um ein bók, sum varð útgivin í 1847, enn er viðkomandi í dag. Hví lesa eina bók, sum millum annað viðger kvinnurættindi heilt aftur í 18. øld? Kvinnufrígeringin kom jú seinast í 19. øld, kvinnur fingu valrætt í Føroyum í 1915 og føroyska javnstøðulógin hevur góð 20 ár á baki.


Men hóast mong vilja vera við, at kærleikin er størstur, so eru eisini í dag fleiri, ið ynskja at gifta seg til fíggjarligan tryggleika, heldur enn bara orsakað av kærleika. Mann kennir dømir um, at útlendskar kvinnur gifta seg við monnum í Føroyum - viðhvørt av kærleika, men eisini orsakað av einum fíggjarligum tryggleika. Hetta er millum annað ein av orsøkunum, hví bókin enn er viðkomandi í dag.


Kvinnuligir rithøvundar enn við skerdan lut?

Enski rithøvundurin Emily Brontë gav bókina út undir mannfólkanavninum “Ellis Bells”. Í teirri tíðini var ikki væl dámt, at kvinnur settu seg við penni og pappíri. Eisini hetta er framvegis ein trupulleiki hjá dagsins kvinnuligu høvundum; til dømis sendi Joan Karen Rowling handritið til fyrstu Harry Potter bókina undir styttingini J.K. Rowling, so tað var upplagt at halda, at ein maður hevði skrivað bókina. Harry Potter er ein av best umtóktu bókarøðum í dag.


Íblástur og kritikkur

Gor og gall er mangan oyst yvir bókina hjá Emily Brontë - serliga tí hon viðger tabuiserað evnir. Kortini hevur hon verið nógv lisin í fleiri enn 100 ár. Við samfelagskritisku atfinningunum, øðrvísi kærleiksdrama og serliga skrivistílinum verður bókin mett at vera ein klassikari, og hon verður ferð eftir ferð brúkt sum íblástur í øðrum listarligum høpi.


Fleiri enn 100 ár seinni fáa listafólk enn íblástur frá kærleikanum hjá Catherine og Heathcliff. Ein teirra er kendi sangurin hjá Kate Bush, sum enntá hevur sama heiti sum bókin: Wuthering Heights. Somuleiðis er bókin filmatiserað fleiri ferðir – seinast í 2011. Eisini í Twilight bókunum hjá Stephenie Meyer verður ómøguligi kærleikin millum Catherine og Heathcliff nevndur. Edward og Bella hava ikki bara ymiska bakgrund, men eru ymisk av natúr; hon er menniskja, hann er vampýr.


Heðin Brú umsetti bókina (Harðførar hæddir) í 1984. Í 2013, smá 30 ár seinni, varð umsetingin hjá Finnboga Ísakson (Harðveðurs hæddir) givin út í bók. Finnbogi umsetti bókina til gott og lætt lesandi føroyskt mál. Tað sigst, at ein klassikari skal umsetast og gevast út av nýggjum við 40 ára millumbili. Tað er útmerkað, at pláss eisini er fyri tí í einum so lítlum samfelagi.


Føroyskur íblástur

Føroyingar hava eisini fingið íblástur frá bókini um kærleikan millum Heathcliff og Catherine. Ein teirra er Brandur Enni. 

Tá RøddinLive gjørdi sending í Suðuroy, endaðu vit í húsunum hjá Tróndi og Brandi Enni. Sera spontant, men kortini sera vakurt, spældi Brandur Enni lagið 'Harðførar hæddir'. Brandur eigur sjálvur orðini til 'Harðførar hæddir', men hann hevur bæði fingið íblástur frá Kate Bush, sum eigur upprunaliga lagið, og frá Heðini Brú, sum umsetti bókina til føroyskt í 1984. 
Upptøkan var sera spontan, og vit umbera ljóðgóðskuna. 
 

 


-----

Hóast sínar 427 blaðsíður er bókin bæði spennandi og løtt at lesa. Byrjanin á bókini kann tykjast drúgv og keðilig, og ringt er at taka dagar ímillum persónarnar, tí øll eru onkursvegna knýtt at hvørjum øðrum, og fleiri teirra bera sama navn. Tær fyrstu 50 síðurnar eru kanska tungar at koma ígjøgnum, men tá byrjar spenningurin av álvara, og bókin er ikki til at sleppa, fyrr enn seinasta síða er lisin.

 

Bókin fær 5 av 6 møguligum R’um

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.