Paradise Hotel luttakarar til Føroya: - Vit gleða okkum at hoyra, hvussu føroyingar tosa

Paradise Hotel luttakarar til Føroya: - Vit gleða okkum at hoyra, hvussu føroyingar tosa
Tveir av luttakarunum til ársins Paradise Hotel koma á vitjan í Føroyum vikuskiftið 5. og 6. juni
28.03.2015 - 19:00

5. juni koma tey bæði Patrick og Christel úr Paradise Hotel á vitjan í Føroyum. Tey eru bæði kend úr ársins sesong av Paradise Hotel, og eru tey bæði væl dámd hyggjaranna millum.

 

 

Hvørki Patrick ella Christel hava verið í Føroyum fyrr, og tey gleða seg longu at koma, siga tey við Röddina.

 

 

- Eg hopi, føroyingar duga at ballast, men tað ivist eg ikki í, at tit gera, sigur Christel. Eg eri serliga spent upp á at hoyra, um eg dugi at skilja, hvat føroyingar siga.

 

 

Patrick heldur tað altíð vera spennandi at hoyra eitt nýtt mál. Hann gleðir seg eisini nógv at hoyra føroyska málið, tí hann hevur ikki hoyrt tað fyrr, fortelur hann.

 

 

- Eg gleði meg ræðuliga nógv til at koma upp til Føroya, tí eg havi hoyrt, tað er eitt so fantastiskt stað. Og so gleði eg meg eisini til at hoyra, hvussu føroyingar tosa, sigur Patrick, sum frá fyrsta parti av hevur verið serliga væl lýddur av gentunum.

 

 

Tá Paradise Hotel byrjaði fyri trimum vikum síðani, vóru Patrick og Christel “par”. Men tað var ikki leingi, so splittaðust tey og funnu sær nýggjar luttakarar at parast við.

 

 

Tey verða at hitta í dansi á Seglloftinum á Tvøroyri fríggjakvøldið 5. juni og í Valhøll í Havn leygarkvøldið 6. juni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.