- Kenni meg ofta einsamalla við sjúkuni

Egin mynd
- Kenni meg ofta einsamalla við sjúkuni
- Tað er hart, tá eg bert veit um ein annan, ið hevur sjúkuna "Essentiel Tremor". Tískil kann eg illa práta við onkran, ið er í somu støðu sum eg, sigur 19 ára gamla Krista Heiðriksdóttir
30.03.2015 - 19:15

Ímynda tær, at tú ikki hevur tamarhald á hondum tínum. At tað gerst trupult at skriva og eta, av tí at rørslurnar á hondunum ikki vilja tað sama sum tú.

 

Slíkar upplivingar kennir Krista Heiðriksdóttir alt til. Hon hevur nevniliga fingið staðfest sjúkuna "Essentiel Tremor".

 

Essentiel Tremor er ein kronisk neurologisk sjúka, ið gongur út yvir hendur, rødd og rørslur. Les meira um sjúkuna her.

 

Krista hevur altíð undrast á, hví hendur hennara ristust. Tað var serliga í skúlanum, har hon brúkti hendurnar nógv, at hon varnaðist, at hon var sjúk. Tað truplasta var at skriva á talvuna.

 

 

Tá sjúkan gjørdist sjónlig

Krista hevur ongantíð sæð seg sjálva sum sjúka, hóast hon bæði hevur fingið skurðviðgerð fyri hjartafeil og er fødd við lágum stoffskifti. Báðar hesar sjúkur høvdu til felags, at tær sóust ikki á henni.

 

Tó varð vent í holuni. Tá Krista fekk Essentiel Tremor-sjúkuna, kundi hon ikki longur dylja fyri, at hon var sjúk.

 

- Eg eri von við, at fólk spyrja, hvat bagir mær, tá tey síggja míni arr. Eg havi altíð hugsað um tað at vera sjúk sum mítt ósjónliga handikapp. Men tá eg byrjaði at arbeiða á matstovu, og fólk spurdu, hví eg ristist við hondunum, rakti tað meg hart. Nú var mítt ósjónliga handikapp ikki ósjónligt longur.

 

 

Eingin kurur funnin (enn)

Hóast nógvar royndir, er eingin kurur funnin móti sjúkuni.

 

- Eg havi júst roynt fjórða og seinasta heilivágin, sum heldur ikki gav úrslit. Tað hava verið nógv hjáárin av tí heilivági, eg havi fingið. Tíverri er ikki meira eftir hjá mær at royna.

 

 

- Kenni meg ofta einsamalla við sjúkuni

Í løtuni veit Krista bara um ein annan, ið hevur somu sjúku sum hon.

 

- Eg tosaði við ein, sum eg arbeiddi saman við, sum fyri stuttum eisini hevur fingið staðfest Essential Tremor. Eitt nú kendu vit okkum bæði í einseminum við at hava sjúkuna, og tískil var tað ein lætti at práta við ein annan, ið skilti meg.

 

Krista hevur tískil gjørt ein bólk á facebook, sum eitur "Essentiel Tremor Føroyar". Tó eru bert tveir limir í bólkinum. Krista vónar, at hon fer at finna fleiri fólk í Føroyum, sum hava hesa sjúku.

 

- Eg kenni meg serliga einsamalla í teimum truplu døgunum, har sjúkan av álvara ger um seg. Tá hevði verið gott at havt onkran, sum var í somu støðu sum eg, at práta við. Tað vóni eg, at nýggi facebook bólkurin fer at venda um uppá, sigur Krista Heiðriksdóttir at enda.

 

Um tú hevur sjúkuna "Essentiel Tremor" og vilt gerast limur í facebook bólkinum "Essentiel Tremor Føroyar",  kanst tú seta teg í samband við Kristu Heiðriksdóttir á facebook.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.