Röddin spyr: Hvør er tín meining um Ask.fm?

Sirið, Tórður, Karita
Röddin spyr: Hvør er tín meining um Ask.fm?
Karita, Tórður og Sirið siga sína meining um væl umtóktu appina, Ask.fm
14.04.2015 - 18:45

Tað heitasta millum tannáringar og ung beint nú er appin Ask.fm. Tað er ein sosialur miðil, har mann dulnevnt kann spyrja fólk spurningar. Eingin sær, hvør spyr spurningin, men øll síggja, hvør svarar honum.

 

Nógv hava gjørt sær dælt av hesum, og tað hevur í fleiri førum elvt til keðiligar og persónligar spurningar.

 

3 ung, ið kenna til Ask.fm, eru Karita, Tórður og Sirið. Röddin spyr um teirra meining um væl umtóktu appina.

 

Sirið Brattaberg Evaldsdóttir, Vágur, 15 ár

 

Hví ert tú á Ask.fm?

 

Størsta orsøkin er nokk, tí øll onnur hava tað, og eisini tí eg eri forvitin og vil vita, hvat gongur fyri seg á har. Eg bestemmaði meg til í gjár at sletta allar mínar spurningar og deaktiveraði eisini mín brúkara, men tað gekk ikki long tíð, áðrenn eg aftur var inni á appini.

 

Hvat er tín meining um tað?

 

Tað er ein stuttlig app, og mann kann lættliga brúka nógva tíð at lesa spurningar, tí har kemur allatíðina okkurt nýtt. Men sjálvt um eg brúki tíð upp á appina, vildi eg sagt, at tað er meira negativt enn positivt at siga um appina. Eg rokni við, at tað upprunaliga endamálið við appini var bert í góðari meining, men fólk hava misnýtt og brúkt appina soleiðis, at hon er vend til nakað negativt.

 

Hvussu nógv brúkar tú appina?

 

Eg haldi, at eg brúki appina líka nógv, sum eg brúki Facebook, Snapchat og Instagram. Eg havi brúkt hana hvønn dag, síðani eg fekk mær brúkaran.

 

Hvat er tað góða við Ask.fm?

 

Eg veit ikki heilt, um har er nakað gott við Ask.fm. Tað er áhugavert at lesa svør hjá øðrum fólki, ið verða spurd um ymiskar meiningar, men annars ikki. Eitt, sum kann vera gott, er, at mann kann spyrja fólk um ting, sum mann gjarna vil vita um tey.

 

Hvat er tað keðiliga við tí?

 

Sjálvandi verður mann stungin við ymiskum spurningum, tá appin loyvir øllum at spyrja spurningar anonymt. Men eg haldi, at mann kann gott hugsa seg eitt lítið sindur um og ikki fara ov langt og ov nær at fólki. Hvat onkur hevur gjørt í býnum og líknandi hevur einki uppá seg í mun til nógv grovt, sum fólk spyrja um.

 

Hevur tú fingið nakrar keðiligar spurningar?

 

Ja, eg havi fingið fleiri keðiligar spurningar. Eg vil ikki siga, at eg leggi í, hvat fólk spyrja meg um, men eg hugsi nógv um, hvør tað man vera, sum hevur spurt meg. Teir flestu spurningarnir, sum mær ikki hevur dámað, havi eg bara latið vera við at svara uppá.

 

 

Tórður Arnfinnur Thomsen, 18 ár

 

Hví ert tú á Ask.fm?

 

Eg eri á Ask.fm, tí eg haldi, at tað er stuttligt.

 

Hvat er tín meining um tað?

 

Mín meining er, at Ask.fm er eitt perfekt stað fyri happing!

 

Hvussu nógv brúkar tú appina?

 

Eg brúki tað bara, tá eg fái svør, ella tá eg líka skal prika til ein vinmann.

 

Hvat er tað góða við Ask.fm?

 

Tað góða er, at mann fær meira at vita, um mann spyr dulnevnt, og mann torir betur at spyrja.

 

Hvat er tað keðiliga við tí?

 

Tað er perfekt til happing.

 

Hevur tú fingið nakrar keðiligar spurningar? 

 

Ja, men eg veit, hvussu mann skal gera, tá happing kemur!

 

 

Karita Maria Zachariassen, 15 ár

 

Hví ert tú á Ask.fm?

 

Áðrenn mikudagin í síðstu viku kendi eg slett ikki til hesa appina, sum nýliga er vorðin væl umtókt, men prátið í skúlanum hendan dagin var ikki um annað, so eg slapp ikki heilt undan henni. Eg loyvdi mær sjálvari at forvitnast og avgjørdi tí at royna hana uttan at vænta nakað serligt. Men áðrenn eg visti, fekk eg spurningar í hópatali. Fólk spurdu spurningar, sum um eg aldrin hevði sagt eitt orð í mínum lívi. Enn fái eg nógvar spurningar og sum ein forvitin genta, havi eg ringt við at sletta brúkaran og lata alt hetta fara. Hetta er nokk orsøkin, at eg enn eri á Aks.fm.

 

Hvat er tín meining um tað?

 

Fyri meg hevur Ask.fm verið ein fín app. Sjálv havi eg bara spurt míni tættastu nakrar heilt fáar spurningar, sum ikki hava verið seriøsir, men eg havi tó svarað fleiri spurningum. Onkrir teirra hava verið skemtiligir spurningar, men eg havi eisini fingið fleiri álvarsamar, sum eg leingi havi væntað at fingið. Eg havi slett ikki kent nakra sterka mótstøðu heldur, og fólk hava ikki verið atfinningarsom, so persónliga hevur Ask.fm verið heilt okay. Men hyggja vit at øllum, sum hendir á appini og ikki bert hjá mær, so broytast mínar meiningar heilt. Ask.fm bleiv tað best dámda staðið at happa og tosa negativt hjá nógvum, og kjak, spott og slatur bleiv høvuðsevnið.

 

Hvussu nógv brúkar tú appina?

 

Hon er blivin ein app, sum fyllir líka nógv sum hinar, eg vanliga brúki. Tá eg fái álvarsamar spurningar, seti eg ofta eina lítla løtu av at lesa teir og hugsa eitt sindur, men tað er ofta, at eg síðani leggi telefonina frá mær og bíði við at svara. Hetta er serliga, tá ið spurningarnir eru torførir at svara. Tó at eg ofta royni at leggja telefonina frá mær, vildi eg sagt, at eg havi brúkt appina eitt sindur ov nógv, men tað batnar, sum dagarnir ganga.

 

Hvat er tað góða við Ask fm?

 

Eg havi sjáldan fingið so nógv rós í einum, sum eg fái á Ask.fm. Fólk duga væl at niðurgera, men sanniliga eru tey eisini góð at siga vælgerandi orð. Eg fái hvønn dag brøv í fleirtali, har sum fólk ynskja at fortelja mær, hvussu nógv tey virða meg og mínar avgerðir, at tey halda, at eg virki sum eitt gott menniskja, eri fyrimyndarlig, fitt ella annað. Tað er heldur ikki bara hjá mær, at tað er á henda hátt. Eg síggi fleiri, sum hava nógv rósandi orð á sínum veggi.

 

Hvat er tað keðiliga við tí?

 

Um eg fyrst sigi persónliga, so havi eg ikki hildið appina ávirkað meg serliga negativt. Eg havi fingið onkrar spurningar, sum hava verið torførir at svara, men teir hava ikki verið áleypandi. Eg haldi, at tey, sum hava spurt, hava kanska ikki verið samd við mær í øllum, men tó haldi eg, at tey virka forvitin at vita, hví eg geri, sum eg geri. Eg føli ikki á tann hátt, at fólk døma meg ella siga, at eg geri alt skeivt. Fólk eru røsk at virða mínar hugsanir. Sjálvandi eru verri síður av appini eisini, men tær hava ikki rakt meg nakað serligt.

 

Hevur tú fingið nakrar keðiligar spurningar?

 

Keðiligar vildi eg ikki sagt, nei. Eg havi fingið fleiri torførar og persónligar spurningar. Serliga hevur samlega og trúgv verið evnir, sum fólk hava meg spurt nógv um. Lesa tit á mínum brúkara á ask.fm kunnu tit fáa nærri at vita akkurát, hvussu eg havi svarað øllum, men stutt sagt so eri eg kristin og havi ikki verið í song við nøkrum og havi valt at bíða, sjálvt um eg havi sjeik, og fólk eru heilt forvitin at vita hví.

 

 

Hvat heldur tú um Ask.fm?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.