RøddinLive: Autisma

Selma Tausen Olsen og Maud Wang Hansen
RøddinLive: Autisma
Klokkan 19.00 fer RøddinLive aftur í luftina. Evnið vit viðgera hesaferð er autisma
17.04.2015 - 14:00

- Tá mann ikki skilur seg sjálvan og heimin rundan um seg, so kann tað vera torført at finna frið í sær sjálvum.

 

Soleiðis sigur 21 ára gamla Selma Tausen Olsen, sum fyri tveimum árum síðani fekk staðfest asperger-syndrom. Selma gongur nú í 2.s í nýggja serflokkinum í hoydølum.

 

Longu sum 15 ára gomul gjørdist Maud Wang Hansen mamma. Hon legði beinavegin til merkis, at alt ikki ruggaði rætt. Sonurin var ikki sum hini børnini. Hon fekk at vita, at orsøkin kundi vera, at hon gjørdist mamma ov tiðliga. Ikki fyrr enn sonurin varð 25 ára gamal, fekk hann svar uppa sínar trupulleikar. Maud Wang Hansen greiðir frá, hvussu tað var og er at hava ein son við asberger-syndrom.

 

Vit práta eisini við Kristonnu Mortansdottir, samskipara og lærara í serflokkinum í Hoydølum, og Heidi Aagaard, forkvinnu i Autismufelagnum.

 

Hoyr RøddinLive í kvøld kl. 19!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.