Apple Watch og tatoveringar eru ikki eitt gott bland

Apple Watch og tatoveringar eru ikki eitt gott bland
Aftan á nógvar klagur hevur Apple umsíðir viðgingið alment, at tað nýggja Apple Watch ikki riggar, sum tað skal, um mann hevur tatoverað hándlið
10.05.2015 - 11:15

Um tú hevur tatoveringar og eisini telist millum teir mongu Apple-fjeppararnar, sum spentir bíða eftir at keypa Apple Watch, so er kanska skilagott at bíða eitt sindur aftrat.

 

Í nýliga dagførda support-skjalinum viðurkennir Apple nú alment tað, sum fleiri kundar hava klagað um; Apple Watch riggar ikki sum tað skal hjá brúkarum, ið hava tatoveringar á hándliðunum.

 

Eitt sermerki hjá urinum er, at tað mátar hjartasláttin hjá brúkaranum við at senda innreytt ljós gjøgnum húðina. Men hjá teimum, ið hava tatoverað hándlið, kann urið ikki máta hjartasláttin á sama hátt, tí at ljósið ikki altíð megnar at skína ígjøgnum myrku litevnini í tatoveringini.

 

Apple hevur nú eisini fingið klagur um, at urið ikki riggar hjá summum kundum við myrkari húð, og hevur hetta fingið nógv at misteinkja Apple fyri ikki at hava havt ymsar húðarlitir í huga, tá ið urið bleiv sniðgivið. Hendan trupulleikan hevur Apple tó ikki viðmerkt enn.

 

Eitt annað sermerki við Apple Watch er, at tað merkir, nær tú tekur tað av hándliðinum og læsist, soleiðis at eingin annar kann brúka tað, um tey ikki kenna loyniorðið. Men hevur tú tatoveringar, so heldur urið allatíð, at tað verður tikið av og biður tí um loyniorð hvørja ferð tú skalt brúka tað.

 

Niðan fyri sært tú eitt filmsbrot, ið m.a lýsir tann trupulleikan.

 
 

 

Eisini er kendi skemtarin, Conan O'Brian, komin við sínum boði upp á eina loysn til trupulleikan:

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.