Sement finalisturin: Iron Lungs

Sement finalisturin: Iron Lungs
Röddin fer í døgunum upp til Sement finaluna at hava eina vangamynd av teimum 5 finalubólkunum. Hesa ferð er tað Iron Lungs
21.05.2015 - 17:00

Iron Lungs

Hesin bólkurin spælir metal tónleik. Teir byrjaðu í 2013, men hendan manningin hevur verið frá mars í 2014. 

 

Limirnir í bólkinum eru:

  • Fríði Djurhuus - Sang
  • Danny Baldursson - Gittar og sang
  • Mikkjal Fróði Nielsen - Gittar
  • Heini Djurhuus - Bass
  • Jógvan Johannesen - Trummur

 

Fylgja ikki vanligum sangstrukturi

Um íblásturin siga teir, at hann liggur heldur í nøkrum serligum eyðkennum enn í bólkinum. Teir spæla miðaltempo løg, soleiðis at tað er lætt at hoyra, hvat teir spæla. Eisini vildu teir hava nógvar variatiónir í spælinum, soleiðis at tað er spennandi allan vegin ígjøgnum, og tískil bleiv tað ein progresivur stílur.

 

- Okkum dámar eisini tremolo og nógv reverb, og tí hava vit summi atmosferisk pettir. Vit fylgja ikki vanligum sangstrukturi, vit lata sangin ferðast kring í allar ættir.

 

Meiri hóskandi á Wacken Metal Battle 

Vónirnar um finaluna eru ikki so stórar, siga dreingirnir úr Iron Lungs. Málbólkurin hjá teimum er sera lítil, og teir halda, at hann hóskar betri á Wacken Metal Battle.

 

- Hinir bólkarnir í finaluni eru samansettir av fantastiskum tónleikarum, og vit føla okkum eitt sindur sum "the underdogs." Vit ætla at rokka Reinsaríið um koll, og um fólk eru við upp á tað, so er altíð gott.

 

Vit vóru heldigir, at vit vóru teir, sum yvirraskaðu

Tað kann vera sera tórført at vita, hvussu væl hinir luttakararnir eru fyri, áðrenn sjálva kappingina. Tað eru mestsum bara ókend orkestur, og øll hava møguleikan at yvirraska dómararnar. Dreingirnir úr Iron Lungs halda Sement vera ein góðan møguleika hjá nýggjum bólkum at rótfesta seg í tí føroyska tónleikapallinum.

 

- Líkamikið hvussu dugnaligur mann er, so veit mann aldrin, hvat fer at henda í Sement. Vit vóru heldigir, at vit vóru teir, sum yvirraskaðu, siga teir at enda.

 

 

Röddin ynskir Iron Lungs góða eydnu við finaluni komandi leygarkvøld. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.