Sement finalisturin: Sissal

Sissal
Sement finalisturin: Sissal
Röddin fer í døgunum upp til Sement finaluna at hava eina vangamynd av teimum 5 finalubólkunum. Hesa ferð er tað Sissal
22.05.2015 - 10:45

Sissal

Hesin bólkurin heldur seg ikki beinleiðis til eina genru, men ferðast millum tað heilt friðarliga til tað rokkutta. Bólkinum dámar væl at royna seg fram, tí í veruleikanum er alt loyvt - bara tað er musikalskt. Bólkurin, sum hann sær út nú, hevur spælt saman síðani hálvan januar í ár.

 

Limirnir í bólkinum eru:

  • Sissal Grækarisdóttir Magnussen - sang
  • Ólavur Gaard - gittar
  • Árni Jóhannesson - bass
  • Kristian Pauli Ellefsen - rhodes
  • Hjørtur Pæturson Háberg - trummur

 

Mær dámar væl at droyma víðari

Sissal, sum hevur skrivað sangtekstirnar, skrivar sum oftast um onkra hending, hon hevur upplivað ella um onkrar tankar, sum hon hevur. Og síðani dámar henni væl at droyma víðari frá tí og blanda eitt sindur av hugflogi uppí. 

 

Eg føli meg fríari sum songkvinnu

Sangirnir, sum bólkurin spælir, eru fyrst og fremst skrivaðir av Sissal, sum heima við hús syngur og spælir gittar. Hon vísir síðani sangirnar til restina av bólkinum, har nógv spennandi ting henda, og tey eru síðani øll ein partur av tilgongdini. Hóast Sissal kemur við beinagrindini av sangunum, so eru enn nógv løg, sum skulu leggjast aftrat, og tá følir Sissal seg fríari sum songkvinnu. Dreingirnir taka sær nú av tónleikinum, og tey kunnu øll improvisera víðari í venjingarhølinum. 

 

Vit vænta harða kapping

Bólkurin meldaði seg til Sement kappingina, tí tey ætlaðu sær víðari við tónleikinum, og tá er týdningamikið at hava eina útgávu at vísa á. So tað var fyrst og fremst fyri at vinna nakrar dagar í upptøkuhølunum. Eisini er tað eitt stórt pluss, at bólkurin við kappingini fær nýggjar áhoyrarar, sum vónandi vilja stuðla teimum á ein ella annan hátt. 

 

Áðrenn kappingina ynskti bólkurin at sleppa í finaluna, og nú tey eru komin í finaluna, hava tey góðar vónir, men vænta tó harða kapping.

 

 

Röddin ynskir Sissal góða eydnu við finaluni leygarkvøldið.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.